Tað var um mánaðarskiftið 2006/2007, at ein byggifyritøka fór undir eina stórstílaða íbúðarbygging í Havnini. 96 íbúðir og ein byggiverkætlan til 200 milliónir krónur.
Tað var skjótt, at tað gjørdist greitt, at fyritøkuni tørvaði ein krana, ið ikki var at finna í Føroyum, og tí varð avgerð tikin um at keypa ein slíkan.
Saman við komandi kranaføranum fór ákærdi niður til Danmarkar, har kranin var keyptur. Hetta var gjørt í einum nýstovnaðum dóttirfelag hjá upprunafelagnum hjá ákærda. Hetta gjørdist samstundis systirfelag til tað felagið, sum stóð fyri stóru byggiverkætlanini.
Vit eru nú komin út í februar 2007.
Longu í juni 2007 var bankin ivasamur um gongdina í byggingini, sum serliga av tekniskum ávum gekk trupult, og støða var tí tikin til, at koyra stjóran frá. Talan var um sama mann, sum esini var stjóri í dóttirfelagnum, ið keypti kranan.
Arbeiðið gekk so ótarnað fram til februar 2008, tá bankin valdi at uppsiga lánið, ið givið var til kranafelagið. Samstundis varð stjórin koyrdur frá, og ein sakførari settur í staðin. Hetta hendi á eykaaðalfundi, har táverandi stjórin onga fundarfráboðan fekk til.
Hesin syrgdi so fyri, at kranin varð seldur soleiðis, at bankin fekk sín ágóða dekkaðan, og tveir, tríggjar mánaðir seinni fór so sakførarin frá aftur sum stjóri.
Hesa tíðina var ógvuliga trupult at fáa fatur á ákærda manninum, sum greiddi frá, at brøv frá sakføraranum fóru beinleiðis í ruskspannina. Tað bar tí illa til at boða ákærda manninum frá, at hann aftur kundi gerast stjóri í felagnum.
Tveitti brøv í skrell
Kranafelagið var so fyri á fundi í Skiftirættinum 18. november 2008, og har gjørdist greitt, at felagið var avtikið.
Á hesum fundi segði frákoyrdi stjórin seg ikki vita um nakra skuld ella ágóða í felagnum. Men hesum vildi ákærin vísa frá sær, tí tvey ár seinni sendi gamli stjórin rokning til Faroe Ship upp á góðar 450.000 krónur, og tí mátti ákærdi stjórin vita, at tann rokningin var til.
Eitt krav var eisini frá TAKS, men hetta var kortini avskrivað, meðan sakførarin var stjóri í felagnum, hóast boðað var frá, at ágóðar vóru í felagnum.
Meðan sakførarin var stjóri í felagnum gjørdi hann av, at politimelda fyrrverandi stjóran fyri stuldur og falskan vitnisburð.
Bókhaldarin hjá ákærda stjóranum var eisini avhoyrd. Hon greiddi frá, at tað kom eitt bræv frá sakføraranum har sagt var, at allur postur frameftir skuldi sendast til hann.
Hon greiddi somuleiðis frá, at hon legði til merkis, at fakturin til Faroe Ship ikki var goldin, eins og hon greiddi frá, at hon ikki visti av, at felagið varð avtikið.
Ákærdi maðurin segði seg vera komnan so niðurfyri av øllum rumblinum í sambandi við fyritøkurnar, at hann bara tveitti brøv frá nevnda sakførara beint í ruskspannina.
Hann segði seg ikki hava havt atgongd til bankakonti hjá felagnum í hálvt ár, og tí ikki visti, um rokningin frá Faroe Ship var goldin ella ikki.
Í februar 2010 fær ákærdi at vita, at hann aftur hevur ræðisrætt yvir felagnum, og tá tekur hann út 27.400 krónur av konto í Eik. Hvørki kassadaman ella kundaráðgevin seta spurnartekin við heimildirnar hjá ákærda at taka pening av kontoini.
Einki oyra burturúr
Peningurin var nýttur til at gjalda rokningar fyri, og vórðu sostatt ikki stungnir í egnan lumma.
Ákærdi stjórin fór nú undir, saman við bókhaldaranum, at senda rykkjarar út, millum annað til Faroe Ship, har biðið varð um, at pengarnar vórðu goldnir á konto hjá felagnum.
Spurningurin var tí, um ákærdi visti, at felagið átti pening til góða á skiftifundinum 18. november 2008, og um hann visti, at felagið var avtikið, tá hann í februar 2010 tók pening út av konto hjá felagnum í Eik, og um hann visti, at felagið var avtikið sama tíðarskeið, tá hann sendi rykkjara til Faroe Ship.
Steffen Møller Jørgensen, ákæri, pástóð, at ákærdi maðurin mátti vita, at felagið átti pengar til góða hjá Faroe Ship. Í forholdi tvey og trý vísti Steffen Møller Jørgensen á, at eingin vii átti at verið um, at felagið var avtikið á skiftifundinum 18. november 2008.
Ákærin segði, at við at senda rykkjara í februar 2010 vónaði ákærdi, at peningurin fór at verða fluttur á konto hjá felagnum, har hann síðani kundi taka teir út og seta inn aftur á egna konto.
- Ákærdi kann ikki tveita ábyrgdina frá sær við at stinga høvdið í sandin, segði ákærin, sum mælti til eina fongsulsrevsing á 8-10 mánaðir.
Verjin, Christian Andreasen, kravdi frídøming í øllum forholdum. Hann segði, at bankin var viðspælari í stóru verkætlanini, og tá tú sigur eitt lán upp, er tað vaniga tí at treytirnar ikki vera yvirhildnar. Í hesum føri er uppsøgnin grundað á, at annað bankasamband er valt fram um.
Ákærdi maðurin verður koyrdur frá sum stjóri, og veit tí hvørki út ella inn, tá hann verður kallaður í Skiftirættin.
Hann vísti somuleiðis á, at tað var ikki bara Faroe Ship, sum fekk rykkjara í 2010, og at kontonummarið hjá felagnum stóð á fakturanum, og ikki eitt kontonummar hjá privatpersóninum.
Hann vísti souleiðis á, at ákærdi maðurin ikki hevði fingið eitt reytt oyra burtur úr øllum.
Dómurin verður sagdur seinni í vikuni.