Fyri eini viku síðani ávaraði Heilsufrøðiliga Starvsstovan um, at álvarsama djórasjúkan, leptospirosa, varð staðfest hjá tveimum hundahvølpum í Føroyum.
Men nú vísir tað seg, at talan var um eitt mistak, tí talan var kortini ikki um leptospirosu, hesir hvølparnir høvdu.
Heilsufrøðiliga Starvsstovan fór á varðhald, tá ið tað frættist um hundahvølpar, sum høvdu sjúkutekin ið mintu um leptospirosu.
Málið varð tikið í størsta álvara, tí sjúkan kann smitta fólk, sum kunnu verða illa sjúk.
Tí vórðu royndir tiknar av teimum og sendir til Danmarks Tekniske Universitet til kanningar.
Fyri eini viku síðani kom úrslitið av kanningunum og tað vísti, at talan var um leptospirosu, hesir hvølparnir høvdu.
Men nú er tey á Danmarks Tekniske Universitet komin við eini rætting og nú sigur stovnurin, at talan kortini ikki var um leptospirosu.
Síðani hava upp aftur fleiri kanningar í dag enn einaferð staðfest, at talan ikki var um leptospirosu.
Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at hendan nýggja støðan ber í sær, at sannlíkindini eru sera lítil fyri, at leptospirosa er í Føroyum.
Illgrunin um Leptospirosu er tó ikki heilt avblástur enn, tí royndir frá tveimum hundum aftrat verða nú sendar til kanningar, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan.
Hon staðfestir, at í Føroyum er eingin djórasjúku-yvirvøka, men fráboðanarskylda er í sambandi við fleiri sjúkur.
- Hetta merkir, at hava djóralæknarnir illguna um, smittandi djórasjúkur, hava teir skyldu at boða Heilsufrøðiligu starvsstovuni frá.
Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur eisini, at í løtuni vita vit lítið og einki um Leptospirosu. Men í løtuni verður ein kanning gjørd á Fróskaparsetur Føroya um Leptospirosu hjá rottum.
- Úrslitini frá hesari kanning, fara vónandi at geva eina ábending um, hvussu støðan viðvíkjandi Leptospirosu er í Føroyum, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan