Følsk fráboðan


 

Leygarnáttina fekk løgreglan eina falska fráboðan. Ein ringdi, uppgav skeivt navn og segði, at ein varð stungin niður í badmintonhøllini.

Løgreglan fór beinanvegin á staðið, og sjúkrabilurin varð eisini boðsendur. Alt var tó stilt og friðarligt, tá løgreglan kom niðan.

Hetta verður tikið ógvuliga álvarsamt, og tí verður málið kannað nærri.