Ein følsk útgáva av BT er send út í handlar í Vestdanmark. Tað skrivar Ritzau í dag. BT hevði játtað at hjálpa framleiðarum av einari sjónvarpssendirøð, og hesi ynsktu sær eina tilgjørda avís. Tað er hendan tilgjørda avísin, sum er endað í handlum í Danmark.
BT kemur eisini til Føroya, men sum skilst var tað bara í Jyllandi, at leiðslan í BT ikki megnaði at steðga blaðútberingini.
- Í gjárkvøldið, ta ið avísin skuldi prentast, ringdu vit til prentmiðstøðina í Keypmannahavn um, at síðurnar við følsku søguni ikki skuldi prentast, men tað eydnaðist ikki at steðga prentingini í Jyllandi, sigur Michael Dyrby, ábyrgdarblaðstjóri hjá miðlinum, sambært Ritzau.
Søgan, sum eitur ”Nu får hun endelig fred”, sum er á forsíðuni og inni í blaðnum, er tí ikki røtt. Tað er hinvegin ein lutur í einari krimisendirøð, siga tey frá BT.
- Tað er vónleyst at samla allar avísirnar innaftur, men vit royna at fáa fatur í øllum handilsstøðunum fyri at fáa bløðini av hyllunum, sigur ábyrgdarblaðstórin.
Sendirøðin snýr seg um, at danskir miðlar, eisini BT, finna eitt 10 ára gamalt lík. Tað er søgan um hetta líkið, sum er á forsíðuni og inni í blaðnum.
- Tað er ein heilt ófatiligur brølari, sum vit eru sera hørm um, sigur Michael Dyrby sambært Ritzau.