Í Vesturheiminum eru fá lond, sum hava greiðan skilnað millum stat og kirkju. USA hevur størstan skilnað, og Svøríki hevur somuleiðis eina privata kirkju.
Frakland hevur á pappírinum tað sama, men katólska kirkjan hevur fíggjarligar fyrimunir í samfelagnum. Tað eru eisini nøkur heilt fá afturat, sum hava okkurt slag av skilnaði millum stat og kirkju.
Men hóast statur og kirkja eru atskild, so merkir tað ikki neyðturviliga, at kirkjan fær minni vald.
Í USA hevur religiónin nógv vald, og í Damnark hevur kirkjan lítið og onki vald, hóast hon er statskirkja.
Í kjakinum í Danmark í løtuni verður ført fram, at kirkjan í Svøríki er byrjað at úttala seg um politisk viðurskifti, síðan hon varð privatiserað í ár 2000.
Hinvegin eru eisini dømi um lond, har kirkjan hevur nógv vald, hóast hon er partur av statinum. Italia er sterkasta dømið við Vatikaninum.










