Fólksligari stýring

Katrin Dahl Jakobsen
Valevni Javnaðarfloksins til Tórshavnar býráð
Tá mál verða viðgjørd á tingi sum snúgva seg um tað at leggja eitthvørt út til kommunurnar at umsita, plagar argumentið at vera, "at so verður alt so nógv nærri borgaranum". Sama er at hoyra frá kommunupolitikarum. Hetta ljóðar rætt og rímiligt og átti at verið so. Men er tað nú so? Í hvussu stóran mun verða borgarar eftirspurdir ella tiknir við uppá ráð? Hvussu merkja tey henda øgiliga nærleika, og hvør minnist at hava verið við á borgarafundi? Væl vita vit, at avgerðirnar eru nærri borgaranum, verða tær fluttar yvir um Tinghúsvøllin og oman á Vaglið. Men borgarin merkir millum lítið og einki til tað. Tú kanst fara á býráðsfund at lurta. Og tað er tað. Skal nakað veruligt innihald vera í hesum nærleika, mugu hurðar latast upp, og fólkið sleppa framat. Til dømis við at skipa fyri spurnartímum, har formaðurin í t.d. sosialu nevnd greiðir frá ávísum ætlanum, og fólk, sum eru áhugað í hesum kunnu møta upp at spyrja. Somuleiðis má tað gerast lættari fyri borgaran at samskifta, fylgja við og kunna seg um, hvat veruliga fer fram í kommununi og siga sína hugsan um langtíðarætlanir og annað. Hugsi serliga um smáu kommunurnar, sum nú gerast partur av Tórshavnar Kommunu. Eg eri vís í, at livdi býráðið upp til hetta nærdemokratiið, so hevði tað fingið ríkiligt aftur frá eldhugaðum fólki sum komu við sínum ískoyti. Sjálvandi hevði tað kravt meira av politikarunum, tá tey ikki longur sluppu at sita og manererað aftanfyri rullugardinurnar. Men ikki minst, tað hevði verið so nógv stuttligari.