Fólksins pallur heldur enn eitt fínkulturelt tempul

-Tað er sera umráðandi, at Norðurlandahúsið verður verandi eitt hús, sum er opið fyri eini breiðari fjøld av fólki og ikki gerst eitt fínkulturelt tempul. Tað haldi eg man hevur dugað so sera væl serliga tey seinastu árini, har man hevur tikið tað unga fólkið við. Men tað skal sjálvandi vera pláss fyri eini blanding av fleiri tingum sigur ein av brúkarunum av Norðurlandahúsinum, vinnulívsmaðurin Magni Arge við Sosialin. Hann heldur eisini, at húsið hevur megnað at byggja brýr millum mentan og vinnulív.

Føðingardagur

Magni Arge, stjóri í Atlantsflogi og formaður í Oljuvinnufelagnum er eitt av teimum vinnulívsfólkunum í Føroyum, sum hevur verið stórforbrúkari av Norðurlandahúsinum nú í mong ár. Hann heldur, at Norðurlandahúsið við sínum fjølbroytta og spennandi virksemi hevur havt og fer framhaldandi at hava alstóran týdning fyri vinnulívið í Føroyum eisini og metir hann eisini húsið sum ein góðan brúgvabyggjara millum mentan og vinnulív.

-Føroyar høvdu verið nógv fátækari uttan Norðurlandahúsið. Tað hevur bæði verið ein pallur fyri útlendska mentan at sýna seg fram í Føroyum og veita tilboð til okkum, sum her eru, men tað hevur so sanniliga eisini verið ein pallur rundan um mong vinnulig tiltøk. Magne Arge nevnir í hesum sambandi tær mongu oljuráðstevnurnar og vísir til orðini hjá Richard Hardmann, oljustjóra, ið var so ómetaliga fegin um Norðurlandahúsið sum karm rundan um oljuráðstevnur. Hann segði seg hava leitað í London at finna eitt stað, sum kundi vera eins virðiligur karmur um eina spennandi og seriøsa oljuráðstevnu, men tað fann hann ikki. Hann fann einki stað, sum var meira hugnaligt, spennandi og virðiligt enn júst Norðurlandahúsið.

Magni Arge nevnir so eisini vinnudagarnar, sum hava verið í húsinum. Seinastu tvey árini hava verið fleiri stevnur í norðurlandahøpi um samferðslu í útnorði. Hetta eru alt tiltøk, sum hava hepnast væl.

Tónleikur og tey ungu
Annars heldur hann, at Norðurlandahúsið er ein sera góður pallur fyri og karmur rundan um onnur ting so sum Prix Føroyar. ?Tað er so nógv ein kundi tikið fram, men Prix Føroyar er eitt dømi um, at Norðurlandahúsið hevur virkað sum katalysator fyri at sparka eina menning í gongd, ið hevur gingið skjótt og sum eisini hevur blástemplað rútmiskan tónleik sum mentan og sum mentan, sum fær útlendingar at fáa eyguni upp fyri kvaliteti í Føroyum. Í Jyllandsposten er í hesum døgum ein grein um tað nærum vulkanska landslagið av tónleikamenning, sum fer fram í Føroyum í løtuni. Tað í sjálvum sær vanti eg kann vera ein atdráttarmegi í ferðavinnuhøpi og kann gerast ein vinnuvegur í sjálvum sær. Vit síggja, hvat td. Teitur kann fáa tað at blíva til. Og í øllum hesum hevur Norðurlandahúsið havt ein sentralan týdning og hevur dugað væl at spælt saman við bæði vinnuni og almenninginum í Føroyum og hevur medvirkað til bæði at taka útlendska mentan henda vegin men eisini at fáa skapt ein pall um føroyska menning á ymsum økjum.

Tað geniala við Norðurlandahúsinum er, at samtíðis sum tað er eitt vindeygað hjá okkum út í heim so er tað eisini ein hurð hjá útheiminum at koma inn í okkara lítla samfelag heldur vinnulívsmaðurin avgjørdur fyri og leggur aftrat:

-Norðurlandahúsið er eisini ein so sjáldsama vakur karmur um tiltøk, sum bæði hava við vitið og hugflogið og hjartarøturnar at gera.

Hann heldur tað eisini vera tað besta staðið til at halda ráðstevnur og hevur húsið havt ein týðandi leiklut at fáa ráðstevnur til Føroya, men "trupulleikin" er so tann, at tað í summum førum er ov lítið. Man kann siga, at man gjøgnum hesi árini við Norðurlandahúsinum hevur bygt upp ein tørv á ráðstevnum, sum ikki var frammanundan í sama mun.

-Norðurlandahúsið í Føroyum man vera eitt hitt mest hepna projektið, sum Norðanlond í felag hava verið við til at seta í gongd.

Hvat framtíðini viðvíkur, so heldur Magni Arge, at tað er sera umráðandi, at Norðurlandahúsið verður verandi eitt hús, sum er opið fyri eini breiðari fjøld av fólki og ikki eitt fínkulturelt tempul. Tað haldur hann man hevur dugað so sera væl serliga tey seinastu árini, har man hevur tikið tað unga fólkið við. Men tað skal sjálvandi vera pláss fyri eini blanding av fleiri tingum.

Tað er annars umráðandi, at man framhaldandi hevur gott samstarv við útlendingar av ymsum slag eitt nú gjøgnum mentarnarstevnuna og at man medvirkar til at skapa dyggar karmar um spennandi átøk sum ráðstevnur ol. Tú fær tá nakrar byltingar, har ymiskir tættir í okkara samfelagslívi møtast á einum stað, á eini grund, á einum vølli.

-Tað er sum íbirtari, at Norðurlandahúsið hevur klárað seg so væl, og man kann rokna við, at fleiri av teimum íbirtingunum, sum stava har frá koma at flyta seg til aðrar leikpallir við tíðini. Tað skal oftani ein stovnur við slíkum møguleikum og ressursum til fyri at fáa nakað at bera til. Tað,sum ber til, livir víðari.