Fólksins lærdi háskúli

    

Bogi Eliasen
cand.scient.pol
??????????????

Mangan verður tikið til, at støðið á tí føroyska almenna kjakinum er av lágt. Eg skal ikki her viðgerða, um tað er so. Heldur er ætlanin í hesi grein, at vísa á møguleikar fyri at fáa eitt betri samfelagskjak, sum sæð fram eftir, kann verða við til at lyfta politiska kjakið uppá eitt hægri støðið.
Á júst lokna fjølmiðlafestivalinum, kom m.a. fram at ov lítil munur var á søgunum í ymsu fjømiðlunum. At tær somu søgurnar ganga aftur og aftur. Hetta er helst orsaka av, at fjølmiðlarnir hava ikki fíggjarliga orku til at arbeiða burturav og djúpri við einstøkum evnum.
Okkara samfelag er so fáment, at vit mangla nakrar av nátúrligu funktióninum, sum samfeløgini vit samanbera okkum við hava. Um hugsað verður um samfelagskjakið, hava fjølmiðlar okkara ikki orku til at verða fjórða statsvaldið. Hvørki teir almennu ella teir privatu. Teir almennu hava tað afturat, at teir eru, í ávísum førum, ov tengdir at politisku skipanini. Hetta skal skiljast soleiðis, at teir hava brúk fyri politiskum good will. Fleirfald dømir eru um, at einstakir politikarar hótta við at skerja játtan ella inntøkumøguleikar, um teir ikki bera ynskta boðskapin fram. Tey størru bløðini Sosialurin, Dimmalætting og Fregnir hava øll trupulleika av, at tey eru ella hava verið knýtt at einari ávísari politiskari hugsjón, og tí ikki enn hava fult álit, sum óheftur tíðindastovnar í samfelagnum. Hinvegin hava vit nógv bløð í mun til fólkatalið.
Vit hava ikki eitt sterkt universitet, sum ein nátúrligan part í samfelagskjakinum, til tað er játtanin alt ov lítil. Fróðskaparsetrið er alt ov tengt av, at Løgtingið tímir at brúka pengar uppá tað, og tí skal Løgting og Landsstýrið ikki stoytast ov nógv. Fróðskaparsetrið, átti eisini at verið ein sparringspartnari hjá fjølmiðl-unum, og verið ein stovnur har fjølmiðlarnir kundu leita sær ráð og vitan um ymisk viðurskifti.
Hvussu fáa vit so eitt betri kjak - fólksins lærdi háskúli
Vit hava nógv fólk við útbúgving í Føroyum, og nógv fólk sum sita við nógvari vitan um serstøk økir. Men vit síggja ikki hesi í samfelagskjakinum. Hetta er tí, at tey eru so at siga sogin inn í samfelagið, í antin tann almenna ella privata sektorin. Her hevur verið óskrivað mannagongd, at ein ikki leggur seg út í samfelagskjakið, tí tað kann seta stovnin ella fyritøkuna í ringt ljós ella leggjast undir at stuðla einum ella hinum. Eg skilji væl, at leiðarar og stjórar eru bangnir fyri at starvfólk blanda seg í almenna kjaki, tí hetta kann skaða fyritøku ella stovn. Men, men, men?..sum sagt ger støddin á landi okkara, at fjølmiðlarnir ikki hava orkuna, til uttan víðari at verða sonevnda fjórða statsvaldi, eins og Fróðskaparsetrið ikki hevur neyðugu stødd ella fígging til at verða fult við í samfelagskjaki og menning.
Tí er tað mín meting, at vit skulu leggja okkum eftir at brúka tað tilfeingið vit hava í fólki her á landi. Vit skulu her fara eftir at finna eina føroyska loysn, tí hvørki fjølmiðlar ella Fróðskaparsetrið hava somu orku, sum í grannalondum okkara. Útlitini fyri at fjølmiðlarnir fáa størri fíggjarliga orku í nærmastu framtíð eru ikki serliga stór, eins og eingin politiskur vilji tykist at verða fyri at geva Fróðskaparsetrinum munandi størri játtan, og harvið møguleikan fyri at taka størri lut í samfelagskjakinum á seg.
Vit hava, í miðal, sera væl útbúgvið fólk og tað skulu vit brúka í einum føroyskum leisti. Vit skulu hava heimildarfólk í samfelagskjakið. Men tað krev-ur greiðar reglur og mannagongdir, um vit skula hava fólk at luttaka í kjakinum, sum vinna til dagliga breyð innan tað almenna ella í tí privatum fyritøkum. Serliga innan almennu fyrisitingina er neyðugt at hava greiðar reglur, fyri ikki at missa fólksins álit. Hinvegin kann luttøka frá hesum fólkum, verða við til at skapa tað gjøgnumskygni, sum nógv ynskja innan fyrisitingina. Her er neyðugt við greiðum reglum, tí tað er umráðandi, at arbeiði innan fyrisitingina og t.d. viðmerkingar í samfelagskjakinum ikki verða blandað saman. Neyðugt er at halda fast við, at viðmerkingar mugu verða breiðar samfelagsligani og ikki taka støði í einum máli, sum persónurin arbeiðir við. Ansast má somuleiðis eftir, at viðmerkingar ikki verða politisk propaganda, hvørki fyri møguliga persónliga politiska tiltrúgv, ella propaganda fyri stovnin ella avvarðandi landsstýrismann. Ein meginregla fyri tey alment settu kundi verið, at tey ikki mugu blanda seg í samfelagskjakið innan fyri tað neyva øki, tey arbeiða við. Tey mugu sjálvsagt ikki fara út málum verður við, men hinvegin má verða møguligt at koma við breiðum hugsanum um øki. Ynskiligt var, at vit høvdu oheftar serfrøðingar, sum kundu gera viðmerkingar til ítøkilig mál, teir høvdu kannað neyvt, men tað er ikki uppgávan við fólksins lærda háskúla. Um álitið á almenna sektorin skal varðveitast, má borgarin tryggjast og vita, at hann ikki sær seg aftur sum eina viðmerking í fjølmiðlunum. Her skal ein javnvág finnast og her má nevleikin víkja fyri álitinum.
Sum dømi kunna vit taka skattaviðurskifti. Ein sum arbeiðir hjá Toll- og Skatt ella í Figgjarmálaráðnum skal kunna hugleiða um skattapolitik ella møguleikar við skattaskipanum, men ikki t.d. nú, leggja seg út í alment kjak um skattapolitikkin í samgonguskjal-inum.
Ella ein í Fiskimálaráðnum eigur ikki at fara at viðgera einstøk fiskiloyvir, men kundi hugleitt um fyrimunir og vansar við fiskidagaskipanini.
Hetta eigur at verða gjørligt, og hevði betra kjakið munandi. Tað ber t.d. til hjá einum alment settum at stilla upp í politikki, og soleiðis ber tað eisini til hjá alment settum at gera samfelagsligar viðmerkingar, um viðmerkjarin sjálvur megnar at hava viðmerkingar samfelagssliga breiðar, soleiðis at neyva málsøki viðmerkjarin situr við, ikki er kjakevni og at tagnarskyldan annars verður hildin. Frá hesum heimildarfólki kunna vit fáa breiðar samfelagslýsingar, ið lærdir háskúlar annars ofta gera kring heimin. Vit skulu ikki brúka hetta fólksliga tilfeingi, til at leggja seg út í persónlig stríðsmál og partapoltisk áhugamál í almenna kjakinum, men til at fáa eitt hægri støði í samfelagskjakið.
Soleiðis er umráðandi, at vit brúka fólksins lærda háskúla, og fáa heimildarfólk í nógv størri mun at luttaka í samfelagskjakinum. Bæði fyri at fáa eitt betri og mennandi kjak, og eisini fyri kunna seta politisku skipanini størri krøv. Men her krevst eisini, at vit sleppa jantelógini og lata fólk skriva og hava ásjón um viðurskifti, uttan at viðkomandi skal spillast út. Vit mugu eisini sleppa jantelógini upp á fjall, soleiðis at vit ikki ilskast um, at fólk í almennum størvum, í størri mun siga sína hugsan um samfelagsviðurskifti. Hetta krevur tó, at vit innan tað almenna fáa greiðar reglur fyri, í hvønn mun starvsfólkini kunna luttaka í almenna samfelagskjakinum.