Ongantíð áður hevur ein sms-atkvøðugreiðsla verið so greið. Lagið Vanja hjá Jákup Eli Joensen hevur júst vunnið heiðurin sum ársins sangur á Planet Awards 2011.
- Eg eri simpulten málleysur! Hetta hevði eg ikki væntað, segði Jákup Eli Joensen, tá hann tók móti stóra heiðurinum fyri ársins sang á Planet Awards 2011.
Atkvøðugreiðslan var somikið greið, at Vanja fekk fleiri atkvøður enn øll hini tilnevndu løgini tilsamans. Tískil kann sigast at fólkið veruliga valdi Vanju.
Jákup Eli Joensen er pápi handan ivaleyst størstu landapláguna í ár, Vanju.
Tað var í Góðan morgun Føroyar í Útvarpinum hjá Kringvarpinum, at Jákup Eli kom út í hvønn krók við sanginum um Vanju, sum ikki var so løtt at hava við at gera.










