Vanligt hevur brennistøðin eisini opið leygardag, men í vikuskiftinum var hvítusunna, og vanligar aftansdagar hevur brennistøðin stongt. Jólaaftan, nýttársaftan, páskaaftan og eisini hvítusunnuaftan, sum tað var leygardagin.
- Vit lýstu vit tí í vikuni, at vit høvdu stongt leygardagin, men helst hava vit ikki lýst nóg væl. Sjálvandi er tað keðiligt, at ruski so bara verður tveitt uttanfyri, og strangt sæð er tað eisini ólógligt, tí tað er ikki loyvt at seta rusk fram við vegnum. Men tíbetur var veðrið so mikið gott, at ruskið lá har tað var sett, sigur Bárður Mikkelsen, leiðari á Kommunalu Brennistøðini á Hjalla. Hann dylir ikki fyri, at tað var lítið hugaligt at rudda upp í morgun, men samstundis ásannar hann, at teir helst mugu lýsa betur eina næstu ferð.