Fólkið tryggjar Lindina

Millum 700 og 800 fólk kring landið tryggjað, at kristiliga útvarpsrásin Lindin kann senda døgnið runt Tað sigur nevndarformaðurin í Lindini, Preben Hansen. Hann er væl nøgdur við gongdina hjá útvarpsrásini, sum hevur hálvt níggjunda ár á baki, og røkkur 85 prosentum av Føroya fólki.

Preben Hansen sigur, at tað kostar 1,2 millión krónur at reka Lindina við tí virksemi, sum rásin hevur í dag, og privatfólk standa fyri 90 prosentum av inntøkunum hjá Lindini. Afturat tí koma nakrar samkomur og fyritøkur, sum stuðla rásini.

Preben Hansen heldur, at inntøkugrundarlagið hjá Lindini er rættiliga trygt, hóast tað byggir á herðarnar hjá hundraðtals fólki kring landið.

Lindin hevur trý og eitt hálvt starvsfólk í føstum starvi, og afturat tí koma fleiri enn 50 fólk, sum arbeiða sjálvstøðugt fyri rásina í minni ella meira mun.

Leygardagin hevur Lindin 7 tímar langa stuðulsending, har endamálið er at útvega rásini fleiri fastar stuðlar.