Fólkið stýrir kjakinum

   

Sonja Jógvansdóttir sigur í samrøðu við Sosialin, at Bíblian í ov stóran mun hevur stýrt orðaskiftinum um tey samkyndu
Í einum og hvørjum orðadrátti eru tað tey, sum taka orðið, ið stýra kjakinum.
Tað ber tí ikki til hjá nøkrum at avgera, at Bíblian ikki skal stýra einum orðaskifti, sum yvirskriftin í Sosialinum hósdagin leggur upp til.
Taka nóg nógv av teimum, ið grunda sínar meiningar á Bíbliuna orðið, so verða tað tær bíbilsku meginreglurnar, ið stýra kjakinum.
Vit liva í einum fríum og frælsum landi, har øll hava loyvi at siga sína hugsan bæði hart og týðiliga.
Er eitt orðaskifti ullint og dult, so er tað oftast orsaka av, at fólk ikki tora at siga sína erligu meining.