Fólkið skal raðfestast fyrst

»Fólkið fyrst« og »Lívskorini ovast á dagsskrá«. Hesi eru slagorðini í nýggju valskránni, sum Javnaðarflokkurin fer at leggja fram á landsfundi í Vestmanna um vikuskiftið. Fullveldismálið er sett í aftastu røð


 

Politiska myndin skal broytast. Fólkið og lívskorini hjá fólkinum skulu setast í fremstu røð á politiska leikpallinum, meðan fullveldismálið verður sett longur aftur í røðina.

 

Hetta er í stuttum innihaldið av nýggja valupplegginum, sum Javnaðarflokkurin um vikuskiftið fer at legga fram á landsfundi.

 

? Politikkurin, sum hevur verið førdur hetta seinasta valskeiðið, hevur næstan bert snúð seg um fullveldi, meðan vælferðin hjá tí einstaka púrasta er gloymd. Tí halda vit tað vera sera týdningrmikið, at vit nú fara út og seta vælferðina hjá fólkinum ovast á dagsskránna, sigur Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins.

 

 

 

Læra av øðrum

 

Jóannes Eidesgaard heldur, at vánaliga valúrslitið hjá norska Javnaðarflokkinum er ein góður boðskapur til føroyska Javnaðarflokkin um, at tað er týdningarmikið at seta fólkið í fremstu røð.

 

? Vit hava upplivað, at norski arbeiðaraflokkurin hevur fingið ein sovorðnan lemjandi frammaná, sum hann ongantíð hevur fingið fyrr. Ein flokkur, sum fyrr hevur fingið upp ímóti 40 prosent av atkvøðunum, fekk nú 24 prosent av avtkvøðunum.

 

? Og so kunnu vit spyrja okkum sjálv, hví hetta er hent. Jú, tí norski Javnaðarflokkurin hevur latið seg stýrt av búskaparpolitiskum hugsjónum og harvið hevur gloymt síni egni sjónarmið burtur. Norski Javnaðarflokkurin hevur svikið sítt egna mál, og tað verður hann nú revsaður fyri, vísir Jóannes Eidesgaard á.

 

Júst hetta heldur Jóannes Eidesgaard eigur at geva føroyska Javnaðarflokkinum góðan íblástur.

 

? Vit kunnu læra tað, at koma vit til ræði eftir eitt komandi løgtingsval, mugu vit seta okkum fyri, at fólkið skal fram í fremstu røð, sigur Jóannes Eidesgaard.

 

 

 

20 raðfestingar

 

Spurningurin er so, hvussu Javnaðarflokkurin hugsar sær at seta fólkið fram í fremstu røð.

 

Fyri at svara hesum, hevur tingmanning floksins saman við øðrum seinastu tíðina sitið og gjørt eina valskrá við 20 raðfestingum. Tað er hendan valskrá, ið fríggjadagin og leygardagin skal viðgerast, møguliga broytast og endaliga góðkennast á landsfundinum í Vestmanna.

 

Av tí, at valskráin enn ikki er góðkend, hevur ikki borið til hjá Sosialinum at fingið fatur á fullfíggjaðu skránni. Men tó hava vit fingið innlit í nakrar av teimum 20 raðfestingunum, og sambært Jóannes Eidesgaard, hava vit fingið tær raðfestingarnar, ið flokkurin fer at raðfesta fremst.

 

 

 

Fleiri røktarheim

 

Høvuðsraðfestingin millum hesar er ein ætlan um at útvega í minsta lagi 160 ellis- og røktarheimspláss komandi fýra árini.

 

Javnaðarflokkurin heldur, at bráfeingistørvurin á plássum er so mikið stórur, at tað er alneyðugt, at fáa hesa ætlan framda í verki.

 

Kostnaðin av at útvega hesi plássini, metir flokkurin, fer at liggja um 80 milliónir krónur gjøgnum fýra ár. Og Javnaðarflokkurin sigur seg vilja veita kommununum trygd fyri, at landskassans partur av íløgum og rakstri verður játtaður.

 

Spurningurin er so, um tað er realistiskt at hugsa sær, at Javnaðarflokkurin klárar at halda hetta lyftið.

 

? Hetta er ikki ein órealistisk ætlan. Fyri at kunna útvega 160 nýggja ellis- og røktarheimspláss, er neyðugt at vit byggja fýra stór røktarheim. Hetta kann gerast við eini íløgu á 20 milliónir krónur um árið í fýra ár. Og tað skulu vit bara hava ráð til. Eitt land, sum gevur seg út til at vera eitt framkomið land, skal hava ráð til at veita fólkinum ? og eisini teimum gomlu góð kor, sigur Jóannes Eidesgaard.