Fólkið skal fáa tann borgarstjóra tey vilja

Tá ið kommunuval er, skulu veljararnir sjálvir sleppa at velja, hvønn tey vilja hava til borgarstjóra, halda løgtingslimir

Tá ið kommunuval er, skulu veljararnir velja borgarstjóran beinleiðis.

 

Tað halda summir løgtingslimir. Borgarstjórin er ovasti fyrisitingarligi myndugleikin í eini kommunu, og sum skipanin nú er, er tað ein meiriluti av kommunustýrinum sum semjist um, hvønn tey skulu velja til borgarstjóra.

 

Og hvør tað verður, er ein spurningur um samráðingar ímillum kommunustýrislimirnar, men avleiðingin av tí, er so eisini, at tað er ómøguligt at vita, hvør verður borgarstjóri fyrrenn kommunustýrið hevur valt hann.

 

Og tað hendir seg meiri enn so, at tað ikki eru teir kommunustýrislimirnur, sum fáa flest atkvøður, sum verða borgarstjórar. Á seinasta býráðsvali í Havn, fekk Heðin Mortensen 2506 atkvøður, men Annika Olsen varð borgarstjóri við 332 atkvøðum.

 

Og nú ein dagin, Løgtingið umrøddi spurningin um borgarstjórar, var tað nettupp Heðin Mortensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, sum reisti spurningin um at tað ikki er rættast at borgarstjórar verða valdir beinleiðis, tí so fær fólkið tað, tey vilja hava, ístaðin fyri at fáa tann borgarstjóran, ein meiriluti í býráðnum semjist um at velja.

 

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, tingkvinna fyri Fólkaflokkin er samd í, at fólkið skal sjálvt sleppa at velja hvønn tey vilja hava til borgarstjóra.

 

– Fólkaræðið er at veljarin sleppur at velja, hvønn tey vilja hava til borgarstjóra, og so veit fólkið, hvør verður borgarstjóri. Tað hava tey ikki peiling av, sum skipanin er nú, sigur hon.

 

Annita á Fríðriksmørk, tingkvinna fyri Tjóðveldi, er ikki ósamd. Hon vísir á, at tað hendir seg at toppskorararnir á einum kommunuvali enda úti í myrkrinum tí at meirilutin í kommunustýrinum velur onkran annan til borgarstjóra.

 

Men hon helt kortini, at skulu vit hava eitt borgarstjóraval burtur av, eigur starvið sum borgarstjóri at vera tíðaravmarkað, soleiðis at ongin kann vera borgarstjóri í meiri enn eitt áramál í senn, kanska átta ár, ella tvey valskeið, so skal nýggjur borgarstjóri veljast.