Tann illa kroysti forsætisráðharrin í Teilandi, Thaksin Shinawatra, tvíheldur um valdið, hóast fólk í tíggjutúsundatali ganga kravgongu hvønn einasta dag við kravi um, at hann skal leggja frá sær. Støðan er vorðin so álvarssom, at hon er tann ringasta, síðani herurin bleiv noyddur at lata valdið frá sær í 1992, skrivar AP úr Bangkok.
Shinawatra sigur, at hann fer ikki at leggja frá msær, uttan so at hann fær minni enn 50 prosent av atkvøðunum á valinum, sum verður 2. apríl. Upprunaliga skuldi valið ikki vera fyrr enn í 2009, men forsætisráðharrin valdi at framskunda tað, tá mótmælini ímóti honum byrjaðu.
Tey, sum krevja Thaksin Shinawatra frá, leggja hann undir valdsmisnýtslu og svik, og hann verður eisini skuldsettur fyri at hava brotið mannarættindini. Millum annað verður víst á, at tá hann og skyldfólk hansara sluppu undan at gjalda 1,9 milliard dollarar í skatti, tá tey herfyri seldu eina fyritøku. Tey brutu ikki lógina, men brúktu eina smogu í lógini, og tað halda mótmælisfólkini ikki vera sambæriligt við forsætisráðharrastarvið. Mong vilja eisini vera við, at Shinawatra hevur misbrúkt sítt starv til at fylla egnar lummar, og at hansara næstringar hava eisini fingið væl buurturúr tey árini, hann hevur verið forsætisráðharri.









