Eitt samt býráð í Fuglafirði er ímóti uppskotinum um tvungna kommunusamanlegging. Í skrivi til innlendismálaráðið sigur býráðið, at tað hevur einki ímóti, at landið skipar seg í burðardyggar eindir, og at kommurnar nýta fólkaatkvøður sum amboð í fólksligu tilgongdini og sostatt taka fyrilit fyri fólkaviljanum á staðnum.
Fuglafjarðar býráð skrivar, at um meiriluti efir fólkaatkvøðu ikki er fyri samanlegging, so verða kommunurnar ikki lagdar saman, men koma um neyðugt at hava samstarv við tær kommunur, sum eru í somu kommunueindum um tey øki, sum framyvir koma at verða løgd út til kommunurnar at umsita.
Býráðið hevur einki ímóti at átaka sær fleri borgaratænastur, so sum eldraøki, og um neyðugt at samstarva við aðrar kommunur í okkara samstarvsøki, nevniliga øki 2.
Býráðið í Fuglafirði skrivar at enda, at um so verður, at uppskotið um tvungna samanlegging verður samtykt í heyst, so vil býráðið lata fólkið avgera við fólkaatkvøðu, hvørjari kommunu tey vilja leggja saman við.









