Síggi hesa myndina javnan ferðast runt á Facebook. Síggi hvønn dag fleiri føroyingar, sum kæra sína neyð og frustratiónir umvegis Facebook. Og hvønn dag eru viðmerkingar gjørdar á portalum, har týðilig tekin eru um, at fólkið er troytt av at vera stýrt, sum tað hevur verið seinastu tíðina.
Hendan myndin sigur í veruleikanum rættiliga nógv um støðuna, sum vit í dag finna okkum í. Vit skelda á Facebook - men vit gera einki. Vit hoyra politikarar skelda inn á sína egnu samgongu – men teir gera einki. Vit síggja fakfeløgini skelda umvegis bløðini – men tey gera einki.
Tað kann tykjast sera ørkymlandi at fylgja við gongdini í Føroyum. Tað er jú eitt lítið land, og ein skuldi trúð, at ein rødd hoyrist betri í Føroyum, enn hon ger í Danmark. Men hví ger eingin nakað? Jú, vit stovnseta eina rúgvu av Facebook bólkum og skriva nøkur lesarabrøv, men eg haldi tíðin hevur prógvað, at í Tinganesi leggja tey ikki í orð.
Hví finnast tað ikki fólk ella fakfeløg, sum bart út langa nevan í borðið og siga, at nú er nokk! Vit tíma ikki meira! Vit finna okkum ikki í hesum! ? Antin má onkur gera okkurt, ella mugu tey ónøgdu skriva sum mest og minnast til hetta, tá ið krossurin skal setast. Men eg haldi, tey flestu kunnu staðfesta, at fleiri hava víst sína ónøgd, fleiri hava víst politikarunum, at tey trúgva teimum ikki longur, og at tey eru vónbrotin av teirra ætlanum – men hetta rínur ikki við. Teir leggja ikki í. Tí eru orð fátøk í hesum døgum.
Vit kunnu jú bara traðka av plankanum – so dettur samgongan niður. Tí í Føroyum eru tað altso føroyingar sum ráða – enn...... Sum onkur segði – Fólkið skal ikki ræðast ein leiðara, leiðarin skal ræðast fólkið!