Fólkið kann ikki straffast fyri at politikarnir hava sovið í tímanum

Tað er gleðiligt at hoyra/lesa, at nú fer okkurt at henda innan bygging av røktarheimi í Tórshavn. Men er nøkur loysn funnin til øll tey, sum hava hjálp fyri neyðini beint nú? Tað hoyra vit einki um. Herfyri var ein kvinna í sjónvarpinum og greiddi frá, at omma hennara, sum hevði búð á Landsjúkrahúsinum í fleiri mánaðir, skuldi flytast til Klaksvíkar, tí einki røktarheimspláss var í Tórshavn. Kvinnan var sjálvandi kedd og føldi, at omman fekk eina ósømilga viðferð. Tað er ikki einasta dømi, tíverri.

Tá tað snýr seg um ein akkutan bíðilista, sigur tað seg sjálvt, at nakað akutt má gerast. Tá fólk eru so illa fyri, at tey avvarðandi ikki »hætta« sær at hava tey heima, nyttar ikki at játta teimun meira heimahjálp, tá mugu tey sleppa á eitt røktarheim ella okkurt líknandi.

Eg haldi at tað er upp á tíðina at fara at arbeiða við at finna eina loysn her og nú til tey stakkals fólk, sum hava brúk akuttari hjálp. Í einari tíðlíkari støðu kann ein ikki bíða eftir einum røktarheimi, sum ikki er byrjað upp á enn. Tað má verða innan heilt stutta tíð, at nakað hendir, so fólk vita, at støðan sum tey eru í nú, skjótt fær ein enda. Alt annað er í míni verð ómenniskjasligt. Fólkið kann ikki straffast fyri, at politikarnir hava »sovið í tímanum«, tí hettar er ikki ein støða, sum er íkomin eftir einum degi, hettar er komið so líðandi og kundi verið tikið hond um fyri langari tíð síðani.