Seinastu tíðina hava vit sæð fleiri dømi um, hvussu fólkið kann flyta og flytast.
Tá ið fjøldin veruliga vil nakað, fær hon ávirkan og vald. Og vil nakar nakað við fjøldini, so ber eisini nógv til eftir stuttari tíð. Fólkið kann gera imponerandi broytingar og kann taka skjótar niðurstøður av ógvusligum hendingum, men fjøldin kann eisini flytast langt av óbetýðiligum tingum.
Vit hava nýliga upplivað, at í londum, har strong stýri hava sitið við valdið í fleiri áratíggju, hevur fólkið gjørt uppreistur og fingið valdsharrarnar frá. Tá ið fólkið hevði fingið nokk av ræðslu og ræði og segði stopp, so var liðugt. Veruliga valdið vísir seg at liggja hjá stóru mannamúgvunum. Tá ið tær fara á gøturnar, er trupult at standa ímóti. Tað mugu sjálvt teir valdmiklastu leiðararnir ásanna.
Vit uppliva eisini, hvussu einstakar hendingar ella einstøk mál kunnu broyta politiska veruleikan eftir ongari tíð. Tað, sum vendi upp, vendir niður, tí fólkið broytti hugsan. Nú um dagarnar tapti flokkurin hjá Angelu Merkel, ríkiskanslara í Týsklandi, valið í Baden-Wuerttemberg til tey grønu og reyðu. Hetta er fyrstu ferð í 60 ár, at Kristiligu Demokratarnir ikki hava valdið í Baden-Wuerttemberg. Ein høvuðsorsøk til, at alt knappliga vendi upp og niður, var kjarnorkuvanlukkan í Japan. Fólk fóru at stúra, og tað fekk tey at flyta frá Kristiligu Demokratunum til tey grønu, sum stríðast ímóti kjarnuorku. So knappliga kann politisk siðvenja hóast alt broytast.
Vit síggja eisini onnur meira óskyldig - ella kanska meira álvarsom - dømi um, hvussu fólkið kann førkast. Finalan í donsku X Factor kappingini hevur júst verið. Finalan varð hildin í Parkini í Keypmannahavn, har 45.000 vill og spent fólk vóru til staðar. Hyggjaratølini settu nýggj met, tí 2,4 milliónir fólk fylgdu finaluni í sjónvarpi. Fyri nøkrum fáum vikum síðani kendi ikki ein kjaftur Babou, Sarah og Anne Louise. Men eftir intensivt propaganda-sjónvarp í tveir, tríggjar mánaðir, var alt á gosi. So sterkur miðil er sjónvarpið. Og so skjótt kann fólkið flytast.
Eg skal lata verða við at pástanda, at tað, sum hendi í Týsklandi fyri 70 og 80 árum síðani í prinsippinum kundi hent aftur á okkara døgum. Kanska fólkið hevði sett seg upp ímóti harðrendu yvirvøldini, áðrenn tað kom so vítt. Men eitt er vist.
Fólkið kann flytast – og fólkið kann flyta!










