SUPERLIGAN
Tað gongst einki serligt hjá Brøndby, sum er nýggja føroyska felagið í superliguni. Leygardagin vóru teir í Århus, har heimaliðið, sum hevur skinklað nógv seinasta mánaðin, vann 2?1. Tað var málleyst, inntil eitt korter var eftir. So fekk meginparturin av teimum 12.535 áskoðarunum nakað at fegnast um. Tom Christensen stútaði heimaliðið framum, og fimm minuttir fyri leiklok skoraði Mortan Poulsen til 2?0, eftir at veteranurin í Brøndby málinum, Mogens Krogh, hevði tveitt bóltin út til hansara. Í síðstu løtu minkaði verjuspælarin, Per Nielsen, um munin.
Nú hevur Michael Laudrup verið venjari í Brøndby í 100 dagar. Í politikki plaga teir at meta um avrikini, tá ið nýggj stjórn hevur sitið við valdinum í 100 dagar. Í Danmark meta fjølmiðlarnir í hesum døgum um avrikið hjá kendasta danska fótbóltsspælaranum nakrantíð, nú hann hevur verið venjari í 100 dagar. Hóast Brøndby er á fjórða plássinum, so verður ikki mett, at Brøndby hevur verið sannførandi, og tað eru teir, sum meta, at um ikki talan var um júst Michael Laudrup, so hevði hann verið evni at fáa sekkin.
Men aðrir vísa á, at Laudrup er við at byggja nýtt lið í Brøndby, og at tað krevur sína tíð. Leygardagin vóru seks spælarar á Brøndby liðnum í Århus, sum eru 22 ár og yngri. Tað varð mett, at ov nógvir vóru ov moyrir. Kanska ikki bestu fyritreytirnar hjá Jón Róa Jacobsen at sleppa upp í part, tí hann er jú bara 19 ára gamal, men tað man vera lítið at ivast í, at HB leigusveinurin í Brøndby fer at fáa møguleikan.
Hesa ferð var Michael Laudrup serliga misnøgdur við álopspartin, sum hann ikki helt hava verið nóg hvassan. Hann metti tað vera ov vánaligt, at tað bara var ein verjuspælari, sum megnaði at skora.
Fjarstøðan vaks
Sannførandi FCK sigurin í Parkini gjørdist eyka kærkomin hjá Toda Jónsson og teimum, tí umframt heilkiksarin hjá Brøndby, so meiri enn hálvkiksaði Esbjerg, sum hevur verið næstfremst.
Esbjerg hevði vitjan av Silkeborg, sum Viggo Jensen venur. Hann var venjari í Esbjerg undan summarsteðginum. Heimaliðið legði seg á odda, og teir sendu tríggjar ferðir í stólpan. Men tað eydnaðist Silkeborg at javna til 1?1.
AaB hevði tapt tríggjar teir seinastu heimadystirnar, tá ið teir fóru á heimavøllin ímóti OB. AaB vann 2?1. Tá ið eitt korter var farið, misnýttu teir brotsspark, men eitt korter seinni skoraði Stefan Bidstrup. OB málverjin Karim Zaza, sum fyrr í heyst var kosin at vera tann besti í superliguni, varð útvístur eftir málið. Hann var í øðini og fekk fyrst gult kort fyri at rópa ókvæmisorð eftir dómaranum. So skýrdi hann annan hjálpardómaran at vera idiot, og so sá hann reytt. OB venjarin var í øðini inn á atburðin hjá málverjanum. Men upptøkurnar vístu, hví málverjin var so illur. Áðrenn bólturin fór í málið, nært hann einum av AaB spælarunum, sum var rangstaddur.
Hóast OB síðsta tíman var undirmannað, so megnaðu teir í 66. minutti eftir verjukiks at javna til 1?1. Eitt korter undan leikloki skoraði AaB sigursmálið, eftir at eykamálverjin ikki hevði megnað at hildið langskotsroynd.
Botnurin líkist sær sjálvum
FCM var hóskvøldið í Brússel, har teir í UEFA Cup taptu 3?1 ímóti Anderlecht. Teir í FCM vóru vónsviknir, tí teir misnýttu upplagdar møguleikar.
Sunnudagin hevði FCM í Ikast vitjan av Køge. Uppflytararnir hava higartil staðið seg eina best av øllum á útivølli, men hesa ferð skrædnaði orduliga. Eftir fyrra umfarið var málleyst, men FCM fekk mál beinanvegin eftir steðgin, og teir vunnu 5?0.
Viborg og AB vóru undan vikuskiftinum aftast, og tað eru tey framvegis. Innanhýsis uppgerðin í Gladsaxe endaði 1?1. Lagið í AB er ikki gott, meðan teir í Viborg halda seg vera á røttu kósini.
Burtursæð frá FCK, sum er í flokki fyri seg, eru øll hini ellivu feløgini ikki longri enn sjey stig frá botnplássinum.









