Fólkið hevur talað, kósin er greið

Fyrst gav løgtingsvalið rættiliga greiða ábending um, hvørja leið fólkið ynskti at ganga.

Nú hevur so ein veljarakanning enn greiðari sagt frá vilja fólksins. Fólkið ynskir fullveldi. Har er einki sum helst at ivast í. Hvussu ofta hava vit ikki hoyrt politikarar taka til, at vit eru eitt demokratiskt land? Hesum eri eg bara ikki samdur í, men lat tað fara. Í øllum førum er sligið fast við fimmtummaseymum, at fólksins vilji er skipan av Føroyum sum fullveldi. Um nøkur ár, eitt nú fimm ella tíggju, verður so støða tikin til stovnseting av lýðveldinum Føroyar. Hitt sosialistiska lýðveldið tykist ikki at vera í eygsjón fyribils. Men tað man fara at koma. Kapitalisman er ein vandamikil fornleivd, meðan sosialisman er framtíð heimsins.


Reingjan av veruleikanum

Tað møsnið, sum teir báðir politisku úrmælingarnir, Edmund og Jóannes, hava ført fram, nú aftan á veljarakanningina, minnir í stórum um søguna um revin og drúvurnar. Edmund er tó so frægur, at hann stendur við sínar doyggjandi hugsjónir og kallar úrslitið av kanningini eina katastrofu, meðan Jóannes, fær uppaftur størri posar undir eygunum og loyvir sær at siga, at »fólk ikki hevur skilt, hvat fullveldi er«. Álvaratos, um slík tala ikki er grovasta undirmeting av fólkinum, so veit eg ikki. Tað var fólkið, ið talaði við valið 30. mai, og veljarakanningin var somuleiðis greiða tala fólksins, peikandi á fullveldi og avtøku av blokkinum. Báðir royndu teir við vilja at tosa um loysing í sambandi við fullveldi, og Edmund tosar um livifótin, sum fer niður í eina helvt. At tosa um, at fólkið ikki veit tað ella tað, er grov undirmeting av fólkinum. Føroyingar eru hvørki býttari ella ódugnaligari enn onnur fólk.


Ókristið sjónarmið

Henda undarliga »hugsjón«, at »vit hava ikki ráð o.s.fr.« merkir púra einfalt, at onnur skulu gjalda fyri okkara vælferð. Í hesum føri danskir skattgjaldarir, arbeiðarar, pensionistar, sum frammanundan eru undirgrýttir í skatti, skulu gjalda fyri okkum. Vit rópa okkum eina kristna tjóð, men slíkur hugsunarháttur er úr enda í annan ókristin.

Ein sera klókur føroyingur, sum nú fyri fleiri árum síðani er farin undir grønu torvu, segði einaferð, at Javnaðarflokkar um allan heim altíð hava svikið tá á stóð. Politiska støðan í Føroyum í dag tykist at prógva orð hansara. Tí júst nú ræður um at standa saman.


Arnbjørn R. Thomsen