Fólkið hevur bjóðað kapitalinum av

Tað eru nøkur, ið orka at standa ímóti, men onnur eru ikki heilt so ster

– Vit liva at kalla í einari kollveltingartíð, har fólkið hevur bjóðað kapitalinum av.

 

Tað staðfestir Petur í Gong, formaður í aðalstjórnini hjá Tjóðveldi, á flokstinginum hjá Tjóðveldi í Hósvík nú um vikuskiftið.  

 

Hann sipaði sjálvsagt til ætlanina hjá samgonguni at gera eina nýggja fiskivinnunýskipan.

 

– Og tað er ikki bara spæl, tá ið man dittar sær slíkt legði hann afturat.

 

Í hesum sambandi sipaði hann till at tað eru enntá fleiri fakfeløg, sum antin hava fingið stokholmsjúkuna, ella tora tey bara ikki annað enn at tosa kapitalinum eftir munninum.

 

Stokholmsjúkan er eitt fyribrigdi ið er uppkallað eftir einum tiltiknum bankaráni í svenska høvuðsstaðnum, Stokkholm, har ránsmenninir tóku gíslar, men har tað endaði við, at gíslarnir fóru í parti við ránsmenninar.

 

– Og hjá summum av okkara fólkavaldu er persónliga trýstið stórt, og avleiðingar kanska líka stórar, segði Petur í Gong

 

Hann segði, at tað er í døgum sum hesum, at hann kundi ynskt sær, at vit áttu fleiri góðar fólksins sosialistar í Føroyum, kanska ein sum Che, sum tordi og formáddi at standa kapitalinum kurl, og ikki bakkaði við fullari skrúvu so skjótt hann brølaði.

 

Hann heldur, at tað eru nøkur, ið orka at standa ímóti, men onnur eru ikki heilt so sterk.

 

Petur í Gong nevndi eisini stættarstríðið, har hann sigur, at samstundis sum at vit hava metgóðar tíðir í Føroyum, veksur munurin á fólki við tí rúkandi ferð.

 

 – Meðan tað gleðiliga hendir, at vit fáa fleiri og fleiri vælhavandi borgarar, fáa vit eisini fleiri og fleiri, sum ikki longur hava ráð at vera Føroyingar.

 

– Tá fleiri kunnu keypa bil fyri eina millión; ella hús fyri fýra milliónir, uttan at blunka, vita vit hvønn veg prísirnir fara, og tá eru tað eisini fleiri, sum ikki klára at fylgja við.

 

– Tí er tað lagnunar speiðsemi í hesum góðu tíðum, at vit helst hava nógvar borgarar, sum ynskja búskaparvøksturin har, sum piparið grør, tí hví skulu vit hava nakran búskaparvøkstur tá ið tey ikki fái nakað annað burturúr enn príshækkingar.

 

Formaðurin í aðalstjórnini vildi tí hava eina greiða fráboðan frá flokkinum um, at vit vit skulu ikki hava nakran stættarmun í Føroyum.

 

Hann vildi eisini hava flokkin, til, opið og alment, at boða frá, at ætlaði sær at tryggja, at gjógvin ikki breiðkast meira, men heldur smalkast.

 

– Tað kann hvørki vera stuttligt einki at eiga meðan summi rúka avstað við virðunum, eins væl og tað ikki kann vera serliga stuttligt at sita í allari sínari herligheit meðan alt ov nógv ikki eiga til dagin og vegin.

 

– Soleiðis skulu Føroyar ikki vera og tí er ein nullhugsjón fyri stættarmuni eitt ediligt mál, segði Petur í Gong.