Høgni Hoydal
Ein politikkur, sum ikki vil geva fólkinum ræði í egnum landi, setur ongantíð fólkið fyrst. Hann elvir bert til, at fólkið verður fryst. Fryst úti frá at avgera sína egnu framtíð. Til frama fyri tí vanliga partapolitiska lovingarpolitikkinum, sum aftur kann rena landið á heysin og geva teimum veikastu rokningina.
Tað var við ikki sørt av spenningi, at bíðað varð eftir valskrá javnaðarfloksins. Tá størsti andstøðuflokkur í einum landi hevur arbeitt við eini veruligari valskrá, so kann væntast, at onkur nýhugsan kemur fram, og at neyvar og realistiskar ætlanir eru lagdar. Okkurt, ið kann skapa framburð, nýbrot og politiskar samstarvsmøguleikar.
Serliga spennandi fyri ein flokk, sum til seinasta val vildi hava fult sjálvstýri í Føroyum.
Vallyfti fíggjast við hægri blokki
Tí kundi roknast við, at javnaðarflokkurin fór at leggja eina valskrá, ið hevði greiða kós í fullveldismálinum og sum samstundis legði dent á, hvussu vit kunnu skapa eitt veruligt samhaldsfast samfelag á egnum beinum. At javnaðarflokkurin hevði síni boð uppá, hvussu vit skulu fíggja vælferðarsamfelagið, tá blokkstuðulin er burtur.
Men her varð bíðað til fánýtis. Javnaðarflokkurin borðreiðir nú við sama politikki, sum koyrdu Føroyar á heysin. Gylt vallyfti, sum flokkurin sigur bert kunnu fíggjast, um blokkstuðulin hækkar aftur. Vit lova ? onkur annar rindar.
Størstu betringar í Føroya søgu
Hetta er harmiligt. Tí fyri fyrstu ferð í søguni. Eftir fýra ára fullveldispolitikk. Fyri fyrstu ferð hava vit ein búskap, ið hevur megnað at raðfesta almannamál, sjúkrahús, skúlar, mentan, gransking og arbeiðsmarknaðarmál hægri enn nakrantíð fyrr. Ikki við blokkstuðli, men við egnum inntøkum.
Ongantíð áður hava vælferðarøkini fingið so stóra játtan í Føroyum sum nú ? hóast blokkurin er settur til viks. Hetta kann ein og hvør kanna, ið vil kenna veruleikan.
Og samstundis hava vit í flestu vinnugreinum eitt stolt vinnulív, ið ikki er heft av studningi, lánum og veðhaldum frá skattaborgaranum.
Langt er eftir á mál, áðrenn vit hava ruddað eftir kreppuna í heimastýrinum. Men hetta er besta prógv um, at fullveldi merkir, at fólkið ikki bert verður sett fremst. Nei, tað merkir, at fólkið kann seta seg sjálvt fremst. At vit kunnu býta virðini rættvísari. Tað merkir, at tað ikki eru nakrir politiskir flokkar, ið skulu seta seg sjálvan fremst og siga seg tryggja vælferðina hjá fólki við at býta út danskar pengar.
Hví ikki føroyskar loysnir?
Tað er tvífalt harmiligt, at javnaðarflokkurin hevur slept øllum, sum tey søgdu fyri fýra árum síðani og hevur leitað aftur til sambandspolitikkin fyri 20-30 árum síðani.
Tí summi av málum javnaðarfloksins høvdu verið uppløgd samstarvsevni, um tey vórðu sett fram í einum føroyskum fólkaræði, har vit sjálvi hava ábyrgd av at fremja og fíggja tey. Eitt nú loysnirnar á pensiónsøkinum, har vit kunnu gera ein haldgóða føroyska skipan gjøgnum Samhaldsfasta og arbeiðsmarknaðin, uttan at tengja hetta at, um eitt danskt fólkating vil játta okkum hægri blokkstuðul.
Somuleiðis kunnu vit loysa bústaðarmøguleikarnar hjá eldri og óhjálpnum, um vit halda fast við tann ábyrgdarfulla búskaparpolitikkin.
Eisini eru málini hjá javnaðarflokkinum á umhvørvisøkinum og viðvíkjandi brúkaralóggávu áhugaverd.
Selja sál og framtíð
Men nú vita vit so, at javnaðarflokkurin knappliga sigur seg seta fólkið fyrst ? meeeen.... altso bara um Nyrup vil játta meira blokkstuðul. Sostatt hevur fólkið ongan avgerðarrætt ella nakra sjálvstøðu. Pengarnir hjá øðrum stýra. Tað svarar til, at vit skulu selja okkara sál og okkara framtíð fyri pengar, ið kunnu vera burtur í morgin.
Júst sum vit sóu, tá Føroyar fóru á heysin í 90?unum. Kom fólkið fyrst? Ella var tað kanska Den Danske Bank? Ella danska stjórnin og danski búskapurin? Ella áhugamálini hjá spekulantum?
Svarið kennir fólkið.
Og forrestin... tá ein flokkur nú sigur seg vilja seta fólkið fyrst. Hvat hevur hann sett fyrst áðrenn?