G!Festivalurin
Steintór Rasmussen spurdi í grein fyri nøkrum árum síðan, hvar kassagittarin var vorðin av í føroyskum tónleiki? Well, Páll Finnur Páll hava tveir kassagittarar, og teirra framførsla á G!Festivalinum staðfesti, at hetta er arvtakarin hjá Frændum, tá tað snýr seg um, at savnað nógv hundrað fólk, til eitt bland av konsert og fólkaveitslu, har øll syngja og danda við.
Tó so, á nógvar hættir kunnu Páll Finnur Páll ikki sammetast við Frændur. Tónleikurin minnur kanska mest um Oasis, og tekstirnir um kynslív, morð, heimleys, og kærleika eru bæði argandi og stuttligir, í mun til teir ofta eitt sindur sjálvhátíðarligu tekstirnir hjá Frændum, so rættari er kanska heldur at siga, at talan er um eitt slag av forherðaðari føroyskari útgávu av Shu-bi-dua.
Páll Finnur Páll fór á pallin á spæliplássinum beint eftir, at Kaizers Orchestra hevði spælt á sandinum, men eftir lítlari løtu var tjúkt framman fyri lítla pallin. Bólkurin spældi væl, og røddirnar hjá Finni og Páll Odduri vóru góðar, meðan teir sungu síni nógvu frálíku løg. Tað eru serliga løgini, ið eru styrkin hjá Páll Finnur Páll, tí tey eru so fantastiska góð, at tú, longu nú bólkurin hevur givið tvær fløgur út, kanst tosað um ein lagaskatt. Her vóru løg sum Goa Land, Grannin, Eg, Bermenn, Gull Daman, Eg sovi hjá Kaj og størsta hittið í nýggjari tíð Forelskaður Sjónleikari - og øll sungu við.
Bólkurin tyktist tendraður og eina løtu gjørdist G!Festivalurin til eina veruliga fólkaveitslu, myrkrið, mjørkin, regnið og promillan tyktist at geva fólki frælsið. Tey smæddust ikki at skrála við í Frændur kenda niðurlagnum Lær at siga noy, tá menn vilja pula tær ella øðrum og grovari brotum. Vit sluppu somuleiðis at hoyra fleiri løg av komandi fløguni hjá Páll Finnur Páll, og hesi ljóða lovandi og vísa at bólkurin enn hevur góð løg í skjáttuni. Konsertin var stórsligin, og stóra sangløtan fær trupult við at vera betri eydna syngið við tiltak enn hetta.