Fólkaveitsla

Góðveður, nógv fólk og fjølbroytt tiltøk settu dám á ólavsøkuna 2010. Lagið var gott á fólki, og bæði løgregla og sjúkrahús høvdu lítið at gera

Ólavsøkan 2010 gjørdist ein fólkafest av teimum heilt stóru og góðu.

Í tveir dagar hugnaðu túsundtals fólk sær í góðveðrinum í høvuðsstaðnum, og góða veðrið er helst viðvirkandi orsøk til, at lagið var gott á fólki, og bæði løgregla og sjúkrahús høvdu lítið at gera.

Bæði ólavsøkuaftan og ólavsøkudag var nógv fólk í gøtunum í Havn. Fólk úr bygd og bý flokkaðust í miðbýnum, og vælskipaða ólavsøkuøkið legði upp til hugna.

Løgreglan sigur, at tað vóru óvanliga fáir harðskapstilburðir hesa ólavsøkuna, og hóast tey á skaðastovuni á Landssjúkrahúsinum hava havt ymiskt at gera, hevur tað mest verið, tí fólk eru dottin og hava fingið snuddir.


Brak í Vágsbotni

Stóru tiltøkini á ólavsøku savnaðu so nógv fólk, sum tey sjáldan gera.

Stóra tiltakið hjá Rás2, sum er eitt av nýggju tiltøkunum í ólavsøkuskránni, fekk aftur í ár fólk av húsi. Fólk komu í Vágsbotn í góðari tíð, og tað var stappað við fólki, tá ið poppbólkurin Páll Finnur Páll fór á pallin, sum var á triðju hædd í Miðlahúsinum – á eini lyft uttan fyri studio hjá Rás2.

Eini 10.000 fólk mundu verða og lýða á sangirnar hjá Páll Finnur Páll, og óført var sungið við til sangirnar, sum røkka longur og longur út millum fólk.

Skemtarin Jákup Veyhe helt eina øðrvísi ólavsøkurøðu, og tað gjørdi hann í leiklutinum sum løgmaður.

Eftir stóra tiltakið hjá Rás2 savnaðust øll tey mongu fólkini á Vaglinum og har á leið at syngja við til midnáttarsangin, sum er ein nakað eldri traditión á ólavsøku.


Drúgv ólavsøka

Ólavsøkan gjørdist drúgv hjá summum, tí tá ið fólk fóru til arbeiðis í morgun, var framvegis nógv lív í býnum, og fólk válaðu framvegis eftir gongugøtuni í Havn. Treisku restirnar av ólavsøkuhaldinum skikkaðu sær framvegis pent í morgun, og út á fyrrapartin fækkaðist við fólki í býnum.

Og tey, sum framvegis ikki hava fingið nóg mikið av veitslulagi í Havn, kunnu fegnast um, at vikuskiftið nú er fyri framman.