Í fjør vaks fólkatalið í Suðuroy so nógv, sum tað ikki er vaksið seinastu 20 árini. Tað vísa tølini, nú Hagstovan hevur gjørt støðuna upp. Tølini vísa, at 1. januar í fjør, búðu 4.600 fólk í Suðuroy, men 1. januar í ár búðu 63 fólk fleiri, ella 4.663 fólk í Suðuroy. Tað er ein vøkstur upp á 1,4 prosent og seinastu 20 árini hevur tað ikki verið so stórur fólkavøkstur í Suðuroy, sigur Hagstovan.
Men Suðuroyggin hevur enn tann trupulleika, at tað doyggja fleiri fólk, enn tað eru børn, sum verða fødd. Í fjør vóru 40 børn fødd í Suðuroy, men tað doyðu 50 fólk, so Suðuroyggin hevði eitt burðarundirskot upp á 10 fólk.
Tað, sum ger, at fólkatalið kortini veksur, er, at í fjør fluttu munandi fleiri fólk til Suðuroyar enn tað fluttu úr oynni. Tølini vísa nevniliga, at 73 fólk eru flutt fleiri til Suðuroyar í fjør enn tað eru flutt úr Suðuroy.
Nógv tey flestu av teimum eru flutt uttanlands til Suðuroyar. Tølini vísa, at 134 fólk fluttu uttanlands til Suðuroyar og 68 fólk fluttu úr Suðuroy, uttanlands. Hinvegin fluttu sjey fólk fleiri aðrastaðni úr Føroyum, til Suðuroyar, enn tað fluttu úr Suðuroy, aðrastaðir í Føroyum at búgva.
Upp á seg var tað í Fámjin, at fólkatalið í Suðuroy vaks mest. Nú búgva 86 fólk í Fámjin, og tað eru trý fleiri enn fyri einum árið síðani og tað gevur ein fólkavøkstur upp á 3,6 prosent.
Men í Vági hilnaðist eisini væ tí har vaks fólkatalið trý prosent í fjør og nú búgva sostatt 1.391 fólk í Vági. Eisini á hinum stóra plássinum í Suðuroy, á Tvøroyri, vaks fólkatalið í fjør. Nú búgva 1.749 fólk á Tvøroyri og tað eru 2,2 prosent meiri enn fyri einum ári síðani.
Harafturímóti eru tær flestu smærru bygdirnar minkaðar. Í Hovi búgva 97 fólk nú, og tað eru tvey prosent minni enn fyri einum ári síðani, í Hvalbiar Kommunu búgva 671 fólk nú, og tað eru 1,2 prosent minni enn fyri einum ári síðani. Í Sumba býr 350 fólk og tað eru átta færri, ella 2,2 prosent minni enn fyri einum ári síðani, og í Porkeri býr 319 fólk og tað eru eitt fleiri enn um hesa tíðina í fjør.