Hagstovan skrivar í dag, at nú er fólkatalið í Føroyum farið uppum hasi 51.000 fólkini. Somuleiðis vísa hagtølini, at høvuðsorsøkin er, at alsamt færri flyta av landinum, meðan alsamt fleiri flyta heim.
- Vit skulu heilt aftur til 1980 fyri at finna so lágt tal fyri fráflytingina, sum tey 1.126, ið fluttu av landinum farna 12-mánaðarskeiðið. Rokna vit fráflytingina í mun til fólkatalið, hevur hon ongantíð verið minni tey síðstu hálvthundrað árini, vit røkka aftureftir í hagtalsgrunninum, skrivar Hagstovan í dag.
Og hóast fólkatalið er vaksið seinastu árini, so kemur tað kortini óvart á, at tað heldur fram av vaksa so nógv.
- Seinastu fýra árini hevur verið óvanliga stórur fólkavøkstur, og hann heldur fram. Ferðin í vøkstrinum lá um 1,5% fyri hvørt fram til síðsta heyst, tá hon linkaði nakað til 1,3%-1,4%. Hetta kundi bent á, at vit sóu fyrstu tekin til, at ferðin var farin um tað hægsta og fór at linka enn meir teir komandi mánaðirnar. Men so var ikki. Tí móti vári og nú í summar er vøksturin komin uppaftur og meir enn tað, so hann er nú er knappliga 1,7%, skrivar Hagstovan.