Tey eru í løtuni á skeiði á Føroya Fólkaháskúla ? og er hetta partur av undirvísingini á Fólkauniversitetinum.
Tað er Torben Johannesen, prestur og fyrrverandi stjóri á Føroya Fólkaháskúla, sum er ferðaleiðari hjá teimum, og á háskúlanum hava tey ymsar gestalærarar.
Hugtakið við fólkauniversiteti er útbúgving til eldri fólk á studenskúlastigi og hægri. Talan er um frítíðarundirvísing, einamest um kvøldið.
Tey á Fólkauniversitetinum ferðast nógv ? og tað ber eisini til bara at vera við til ferðirnar.
Á háskúlanum í Havn hava tey fingið innlit í ymisk viðurskifti. Eitt nú hevur Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmaður hugleitt um nútíðar føroyskan politikk. Kári Sverrisson hevur greitt frá um føroyskan tónleik. Tey hava eisini vitjað ymsu søvnini og verið túrar í fjøllunum, har Torben Johannesen hevur greitt teimum frá.
Í Miðlahúsinum í Vágsbotni kom prátið sjálvandi inn á Rybergtíðina, kongiliga einahandilin, um handilsvirkini hjá Restorff, Heiniesen og Lützen, sum hava hildið til í hølunum her ? umframt sjálvandi føroyska blaðsøgu.
Tað eru eldri fólk ? summi fyritíðarpensjónistar, ið luttaka á skeiðunum hjá Fólkauniversitetinum ? og tey lóta sera væl at Føroyavitjanini.