-Vit tíðindafólk á Christiansborg eru á einum máli um, at Fogh skrivar út nýval komandi týsdag. Útsagnirnar hjá forsætisráðharranum seinastu dagarnar hava verið eitt greitt tekin um, at valdysturin er farin í gongd. Vit vænta øll eitt Fólkatingsval týsdagin tann 8. februar, sigur Henning Olsson, sum er tíðindamaður hjá Danmark Radio á Christiansborg.
Í alt heyst hevur dúgliga verið gitt, nær danski forsætisráðharrin, Anders Fogh Rasmussen, fer at skriva út nýval til Fólkatingið. Flest øll væntaðu, at danski forsætisráðharrin fór at boða frá nývali fyrst í januar mánaði, men síðan herjaði herviliga flóðaldan í Suðureystasia, og tað varð av fleiri mett at vera høvuðsorsøkin til, at Anders Fogh Rasmussen útsetti fráboðanina.
Nú er kortini aftur komið ferð á leysatíðindini í donsku fjølmiðlunum um nýval.
-Tað eru ikki bara vit tíðindafólk, sum vænta fólkatingsval tann 8.februar. Eg havi tosað við eina rúgvu av embætismonnum, framsøgumonnum, vanligu fólkatingslimum og ráðharrum, sum sita forsætisráðharranum nær, og tey vænta eisini, at forsætisráðharrin skrivar út nýval týsdagin, fortelur Henning Olsson.
Opið valsstríð
Tað er serliga eftir landsfundin hjá teimum Radikalu um vikuskiftið, har Anders Fogh Rasmussen var gestarøðari, ið aftur hevur sett ferð á leysasøgurnar um Fólkatingsval Á landsfundinum gav forsætisráðharrin til kennar, at stjórnarflokkarnir ynsktu at fáa danska Javnaðarflokkin við í endurskipanini av danska vælferðarstatinum.
-Handa útsøgnin var heilt greitt eitt taktiskt spæl frá Anders Fogh Rasmussen til valstríðið. Handan útsøgnin ger, at tað verður torført hjá Javnaðarflokkinum at leypa á stjórnarflokkarnar fyri ikki at gera nakað við vælferðarstatin, tí nú kann forsætisráðharrin vísa svart upp á hvít, at stjórnarflokkarnir sanniliga ynskja at fremja broytingar, og helst saman við Javnaðarflokkinum. Útsøgnin kann avgjørt skaða møguleikarnar hjá Javnaðarflokkinum í valstríðnum, tí sum flestum kunnugt er vælferðarstaturin eitt hjartamál hjá Javnaðarflokkinum, greiðir Henning Olsson frá.
Hann leggur afturat, at tíðindafundirnir hjá forsætisráðharranum á Christiansborg bæði týsdagin og mikudagin ber týðuliga boð um, at eitt Fólkatingsval stendur fyri durum.
-Mikudagin var tíðindafundur um innsavningina í samband við vanlukkuna í Suðureystasia. Hóast flest øll væntaðu, at forsætisráðharrin fór at halda seg til at tosa um vanlukkuna, fýrdi Fogh ikki fyri at tosa um fleiri evnir, sum verða høvuðsevni í valdystinum, og hetta gjørdi hann uttan, at vit spurdu um nakað. Eisini á tíðindafundinum týsdagin hevði Fogh eisini eina rúgvu av útsagnum, sum greitt boða frá, at valdysturin er byrjaður og fólkatingsval er í nánd. Alt hetta ger, at vit eru sannførd um, at val verður útskrivað týsdagin, fortelur Henning Olsson.
Kommunurnar í buktini
Seinastu mánaðirnar hava fleiri veljarakanningar víst, at stórur partur dønum halda, at stjórnin við Vinstra og teimum Konservativu og Dansk Folkeparti sum stuðulsflokki stendur seg væl, meðan undirtøkan fyri Javnaðarflokkinum og teimum Radikalu minkar.
Góðu úrslitini í veljarakanningunum hava eisini skumpa undir leysasøgurnar um nýval, tí Anders Fogh Rasmussen og stjórnarflokkarnir standa, í løtuni til at vinna ein greiðan sigur á andstøðuflokkunum.
Forsætisráðharrin hevur kortini leingi ynskt, at stjórnin klára at samtykkja umfatandi kommunureformin í Fólkatinginum, áðrenn hann skrivar útskrivar val. Tað er kortini nógv, sum bendir á, at stjórnarflokkarnir ikki fara at megna at samtykkja kommunureformin, áðrenn summarfrítíðina, og tí velur forsætisráðharrin at skriva út nýval longu nú.
-Fyri at kommunalreformurin skal gjøgnumførast er neyðugt, at ein hópur av lógarbroytingum skulu ígjøgnum í Fólkatinginum, og tað virkar rættiliga ósannlíkt, at stjórnarflokkarnir megna at gjøgnumføra kommununalreformin, áðrenn summarfrítíðina, tí lógararbeiðið er so umfatandi. Tískil skrivar hann helst út nýval, áðrenn kommunalreformurin fer í gjøgnum Fólkatingið, og okkara boð er so komandi týsdag sigur Henning Olsson skemtandi.
Mynd: Fogh
-Vit tíðindafólk á Christiansborg eru á einum máli um, at Fogh skrivar út nýval komandi týsdag. Útsagnirnar hjá forsætisráðharranum seinastu dagarnar hava verið eitt greitt tekin um, at valdysturin er farin í gongd. Vit vænta øll eitt Fólkatingsval týsdagin tann 8. februar, sigur Henning Olsson, sum er tíðindamaður hjá Danmark Radio á Christiansborg.
Mynd: