Klokkan 11 í morgun føroyska tíð fer danski forsætisráðharrin, Anders Fogh Rasmusssen at skriva út val til fólkatingið Hetta veit Portalurin frá góðum keldum. Fleiri umboð fyri Vinstraflokkin, sum í hesum døgum eru á vitjan í Føroyum, vátta fyri Portalinum, at forsætisráðharrin fer at skriva út val í dag. Vanliga ganga so 21 dagar til valið verður. Á fundi í morgun í bólkinum hjá Vinstra boðaði formaðurin í flokkinum frá, at hann fer at skriva út val fyrrapartin.
Anfinn Kallsberg, annar av føroysku fólkatingslimunum, sigur við Portalin, at hetta kemur sjálvandi óvart á, tó at tað hava gingið nógvar søgur um nýval. Uppá fyrispurning um hann fer at stilla uppaftur til fólkatingsvalið sigur Anfinnur Kallsberg, at hann hevur ikki tikið endaliga støðu til tað. Men leggur aftrat, at hann nærkast teimum 60, og tá er tíð at trappa niður. Anfinnur Kalsberg verður 60 ár í november mánað.
Uppá fyrispurning um løgmaður eigur at skriva út val til løgtingið, áðrenn tíðin er úti 19. januar, sigur Anfinnur Kallsberg, at hetta er ein avgerð, sum løgmaður eigur at taka. -Annars havi eg altíð havt ta fatan, at vit eiga ikki at skriva út val í ótíð, men ganga valskeiðini fult út.
Um so er at løgmaður fer at skriva út val til løgtingið, nú fólkatingsval verður útskrivað, so er lagnan hjá uppskotinum um Føroyar sum eitt valdømi sera óviss. Tá er tað kanska mest sannlíkt, at uppskotið ikki kemur fyri í hesi setuni.










