Fólkatingsvalið ? ein veljarakanning!

Fullveldissamgongan á løgtingi hevur mist meirilutan í fólkinum!

 

Birgir Mohr

Sandi


Tað var harmuligt, at Javnaðarflokkurin misti sítt umboð á Fólkatingi ? og tað var ikki uppiborið, men angistin fyri loysingarpolitikkinum í Føroyum gav Sambandsflokkinum nógv størstu framgongdina ? og tað er kanska at skilja eisini, meðan ríkisrættarliga støðan, sum er so aktuell, nú gav polarisering til Tjóðveldisflokkin og Sambandsflokkin.

Veljarin hevur altíð rætt, sjálvt um vit í Javnaðarflokkinum meta, at Sambandsflokkurin og Tjóðveldisflokkurin ikki fara at greiða ta loysn, sum Føroyar og Føroya fólk bíða eftir í sjálvstýrismálinum. Men tað fer tíðin so at vísa. Vit frykta fyri berari konfrontatión á danatingi við hesi umboðanini, tí Tjóðveldið og Samband hava næstan aldri kunnað samstarvað um praktiskan politikk.

Men ríkisrættarmálið skal tó í fyrsta og størsta mun loysast her heima á klettunum ? í Føroya Løgtingi og í Føroya Landsstýri ? við einum dyggum meiriluta av føroyska fólkinum aftan fyri loysnina.

Meta vit fólkatingsvalið sum eina veljarakanning, so hevur fullveldissamgongan á Løgtingi mist sín meiriluta í føroyska fólkinum. Teir tríggir samgonguflokkarnir fingu umleið 47% av atkvøðunum, meðan teir tríggir andstøðuflokkarnir fingu umleið 53% av atkvøðunum, harav teir báðir stóru flokkarnir, Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin, fingu umleið 51%.

Hetta merkir, at Føroya fólk tekur ikki undir við loysingarpolitikkinum hjá sitandi samgongu. Tjóðveldisflokkurin, sum gekk fram í mun til seinasta fólkatingsval, fekk als ikki ta undirtøku, sum veljarakanningarnar hava spátt og er ikki longur størsti flokkur í atkvøðum. Fólkaflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin gingu báðir markant aftur.

Hetta má í praktiskum politikki viðføra, at ein meira hóvligur sjálvstýrispolitikkur eigur at verða loysnin á ríkisrættarmálinum, tí tað er vilji fólksins. Vit hóma væl ynski um eina broyting.

Tað er at vóna og vænta, at henda hóming verður enn greiðari til eitt komandi løgtingsval, hvar loysingarflokkarnir missa sín meiriluta, so skipast kann eitt annað og betri landsstýri við einum fyri Føroyar tryggari og munadyggari politikki.

Tjóðskaparromantikkur, ynskitankar, reyp og ovurkæti kann vera gott til eitthvørt høvi, men ikki í tí harða gerandisdegnum, tí slíkt kann ikki nýtast til at gjalda rokningar við. Vælferðin hjá okkum øllum í Føroyum, hon kostar pening, nógvan pening, tað er tann kaldi veruleiki, sum politikarar eiga at liva upp til. Hetta er krav fólksins.

Frælsi ? verulig persónligt frælsi ? býr í øllum føroyskum hjørtum. Og fólksins frælsi eigur at koma fyrst ? frælsi hins einstaka. Fátækt og armóð fjøtra hitt persónliga frælsið, tí siga vit: Vælferð Føroya fólks eigur at vera fremsta málið fyri øllum politikki ? ikki bjørt, romantisk hugtøk ella loysing her og nú.