Fólkatingsumboð og ambassadørur

Ein fólkatingslimur eigur í mínum huga ikki bert at taka sær av politiskum málum millum Føroyar og Danmark. Tað er neyðugt, at hann eisini brúkar embætið sum eitt portur út í heim. At hann skapar sambond og samstarvsmøguleikar fyri millum annað føroyskt vinnulív, mentan, gransking og nýskapan

John Johannessen
Fólkatingsvalevni Javnaðarfloksins
????
At arbeiða fyri einari betri avtalu um sjálvstýri, uttanríkispolitiskum heimildum og harvið størri avgerðarrætti til føroyskar myndugleikar er sjálvsagt ein stór uppgáva, sum eitt føroyskt umboð á fólkatingi skal leggja stórt arbeiði í.
Men eg eri sannførdur um, at umboðanin í danska tinginum eisini skal fatast sum ein onnur avbjóðing. Sum føroyingur á Fólkatingi hevði eg eisini valt at átikið mær eitt slag av umboðsmannaleikluti fyri føroysk áhugamál úti í heimi. Á Christiansborg ert tú eitt fet nærri evopeiska meginlandinum, og kemur lætt í samband við fólk, sum hava stóra ávirkan í evropeiskum høpi.
Havið hevur tú ein øktan møguleika millum annað at umboða føroyskt vinnulív og at skapa samstarv og samvinnu. Samstarv og samvinna eru ógvuliga týdningarmikil, nú vit við vaksandi arbeiðsloysi merkja á okkara egna kroppi, at økta alheimsgerðin minkar um føroyska kappingarførið. Tú kanst ikki vera nøgdur við at hyggja at alheimsgerðini. Tað er neyðugt á ein ella annan hátt at leypa við upp á vognin.
Eg eri sannførdur um, at bert tú teg rætt at, ber væl til at fáa í lag okkurt slag av sunnari samvinnu bæði við danir og onnur lond, sum kann styrkja føroysku vinnuna og harvið búskapin.
Eitt nú haldi eg, at tað hevði borið væl til at fingið í lag eitt økt granskingarsamstarv á sunnum grundarlag. Fyrst við Danmark. Síðani við umheimin. Dan-mark er á odda innan gransking og nýskapan. Tað hevði ivaleyst verið eitt gott hugskot at útbyggt granskingarsamstarvið millum føroyskar og danskar granskarar og millum føroyskar og danskar granskingarstovnar. Danir eru høgt viðurkendir í altjóða granskingarhøpi og samstarva á høgum støði við umheimin innan økið. Eg eri vísir í, at skapa vit eitt tætt granskingar- og menningarsamstarv við danir, skapa vit harvið eitt økt granskingar- og menningarsamstarv við heims-samfelagið.
Soleiðis mynda vit framtíðar Føroyar.