Einaferð stóðu teir saman sum ein maður mótvegis donsku stjórnini. Nú standa teir hvør sínu megin røðarapallin í Fólkatinginum, og neistarnir fúka, nú Fólkatingið viðgerð yvirtøku- og heimildarlógina. Vit kunnu sostatt staðfesta, at tey føroysku ikki standa saman um støðu Føroya í hesum máli.
Genialur hjálandapolitikkur
Høgni Hoydal fer enn einaferð at føra tey somu sjónarmiðini fram í dag.
- Eg fari enn einaferð at vísa á tann sjónleik, sum fer fram í hesum málinum. Hetta verður sett fram sum eitt nýskipanarmál, ið fer at geva okkum víðari ræsur, men tað einasta, sum hendir, er, at danskt vald verður staðfest í Føroyum, sigur Høgni Hoydal undan 3. viðger.
Høgni Hoydal vísir á tað paradoksala í, at tað danska Fólkatingið er munandi meira kritiskt mótvegis hesi lógini enn Løgtingið.
Hann sipar til støðuna hjá tí danska málinum í ríkinum, har teir donsku fólkatingslimirnir vóru skeptiskir mótvegis støðuni hjá danska forsætisráðharranum, sum knýtti tað danska málið uppí ríkiseindina.
Eitt annað kjakevni í Fólkatinginum var viðvíkjandi felagsskapinum NAMMCO, ið er ein alternativur felagsskapur til altjóða hvalaveiðunevndina (IWC). Í hesum felagsskapi hava Føroyar og Grønland sjálvstøðugan limaskap saman við Íslandi og Noregi.
- Hetta eru rættindi, ið vit hava vunnið, men sum vit nú lata frá okkum, sigur Høgni Hoydal, ið leggur afturat, at hetta er væl klárað av donsku stjórnini, men ein skomm fyri løgtingið og løgmann.
- Tað er sera harmiligt, at Anfinn Kallsberg stuðlar tí donsku stjórnini í hennara sjónarmiðum í hesum málum, tí hvørja ferð vit vísa á okkara ómissandi rættindi, kann danska stjórnin hinvegin vísa á, at løgtingið hevur samtykt hetta og harvið sagt hesi rættindi frá sær, sigur Høgni Hoydal.
Kallsberg ósamdur
Anfinn Kallsberg hevur hinvegin drigið eina heilt aðra línu í hesum málinum, og hann fer ?varmt at anbefale? hesa lógina.
Hann hevur eina aðra útlegging av argumentinum hjá Høgna Hoydal viðvíkjandi NAMMCO.
- Hetta byrjaði sum ein áhugafelagsskapur, og var ikki ein altjóða avtala at byrja við. Noreg kunngjørdi síðani hendan sáttmálan í ST, tá teir aftur fóru undir at veiða stórhval, sigur Anfinn Kallsberg.
Anders Fogh Rasmussen hevur síðani boðað frá, at hetta er eitt mistak, ið ikki fer at endurtaka seg. So Føroyar skulu ikki gera sær nakrar vónir um at vinna sjálvstøðugan limaskap, eins og vit hava í NAMMCO.
- Hetta hevur altíð verið politikkurin hjá donsku stjórnini mótvegis Føroyum, og í hesum málinum hevur hon ikki verið nóg vakin, ásannar Anfinn Kallsberg, ið annars ikki hevur nakra meining um støðuna hjá tí donsku stjórnini í hesum málinum.
Hann leggur afturat, at fatanin av sambandinum millum Føroyar og Danmark hevur altíð verið ein stríðsspurningur.
- Danir uppfata sambandið okkara millum sum eina delegatión, meðan vit uppfata tað sum ein sáttmála. Vit mugu bara halda fast við, at hetta er ein sáttmáli landanna millum.
Fyrrverandi løgmaður vísir eisini á, at løgtingið als ikki hevur góðkent tær donsku viðmerkingar, men bara tær føroysku, og tað fer hann at halda fast við, hóast forsætismálaráðharrin møguliga sigur nakað annað.
Anfinn Kallsberg finst harðliga at Høgna Hoydal og politikki Tjóðveldisfloksins í øllum hesum málinum.
- Tað harmar meg almikið, at Tjóðveldisflokkurin hevur ført ein kamp við støði í tí donsku útleggingini av málinum. Tjóðveldisflokkurin hevur gjørt seg til talsmann fyri ta donsku fatanina, og tað er skaðiligt fyri málið sum heild, sigur Anfinn Kallsberg at enda.










