Fólkatingsstríð í Føroyahúsinum

Fólkatingsvalið er útskrivað, og tað merkir, at Føroyar um skamma stund skulu samstarva við eina nýggja danska stjórn. Hvussu kann valið ávirka sambandið millum Føroyar og Danmark, sæð við bláum og reyðum brillum? Hendan spurningin fara tey fíra valevnini úr Keypmannahavn - Annika Smith úr SF, Bo Sandberg úr Socialdemokraterne, Rasmus Jarlov úr Konservative og Martin Henriksen fyri Dansk Folkeparti - at kjakast um komandi fríggjadag, tann 2. september frá kl. 17.00 - 18.30 í Føroyahúsinum á Vesterbrogade í Keypmannahavn.

Tað er Annika Smith, sum er stigtakari til fundin.

- Fyri meg er tað umráðandi at fáa Føroyar á dagsskránna, og fáa flokkarnar at fyrihalda seg til Føroyar sum ein politiskur, fíggjarligur og mentanarligur samstarvsfelagið í framtíðini, sigur Annika Smith millum annað.