Fólkatingssessirnir skulu avtakast

Tað heldur Elsa Berg, forkvinna í Unga Tjóðveldi

Í lesarabrævi, sum Elsa Berg, forkvinna í Unga Tjóðveldi, hevur sent fjølmiðlunum, fýlist hon á, at danir vanvirdu føroyska Merkið 29. juli. Eisini er hon ónøgd við, at danir hava sagt nei til eitt føroyskt váðaráð - eitt ráð, sum hevði kunnað fyribyrgt føroyskum fíggjarkreppum, heldur Elsa Berg.

 

Elsa Berg leggur eftir teimum á sambandsvonginum, ið ikki sagt eitt orð um føroyska váðaráðið, ið danir hava sýtt føroyingum. Ístaðin hava sambandsfólk lagt stóran dent á, at Tjóðveldi er tann føroyski flokkurin, ið fær størsta peningaliga stuðulin úr danska statskassanum. Elsa Berg heldur, at hetta kemst av, at sambandsfólk eru arg um, at Tjóðveldi fekk ein mann valdan inn á Fólkating fram um Sambandsflokkin. 

 

- Tá argumentini so ikki vinna frama, so er betur at leggja eftir flokkinum, sum klárar seg best, skrivar Elsa Berg.

 

Men hóast Tjóðveldi hevur sess á Fólkatingi, sum Magni Arge umsitur, so heldur Elsa Berg, at føroysku sessirnir á Fólkatingi skulu avtakast. Hetta tí, at danir ikki skulu hava evsta avgerðarrætt í Føroyum, og somuleiðis skulu føroyingar eiheldur hava avgerðarrætt um donsk lógarviðurskifti.

 

Lesarabrævið hjá forkvinnuni í Unga Tjóðveldi kann lesast HER.