- Tað hevði havt stóran týdning fyri grønlendarar, at síggja flaggið í fólkatinginum, sigur grønlendskur fólkatingslimur. Eftir at Dannebrog hevur fingið fast pláss í fólkatingssalinum, eftirlýsir Aaja Chemnitz Larsen, fólkatingslimur, at bæði tað føroyska og tað grønlendska flaggið eisini fáa lut.
- Fólkatingið umboðar Ríkisfelagsskapin, og tað inniber bæði Danmark, Føroyar og Grønland, sigur hon. - Tá fólkatingið samtykkir lógir vegna Grønland, so gevur tað meining, at okkara flagg eisini er til staðar í salinum, sigur Aaja Chemnitz Larsen, sum er fólkatingslimur fyri Inuit Ataqatigiit.
Tað elvdi til stórt kjak, tá ið forkvinnan í fólkatinginum, Pia Kjærsgaard, fyri einum ári síðani valdi at hongja eitt stórt dannebrog flagg aftanfyri røðarapallin í samband við eina umbygging. Síðani er tó semja í fólkatingsformansskapinum um, at ein minni útgáva av flagginum skal framyvir fáa fast pláss undir liðini á røðarapallinum.
Og flaggið hevur stórt signalvirði, heldur Aaja Chemnitz Larsen. - Um grønlendska flaggið slapp inn har, so hevði tað havt stóran týdning fyri grønlendarar. Men Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður fyri Javnaðarflokkin heldur ikki tað er so umráðandi, at fáa Merkið inn í fólkatingssalin.
- Vit hava heldur ikki danska flaggið í Løgtingssalinum, sigur hann sambært ritzau. Hann vísir tó á, at tað var ein "fínur gestus", tá ið danir fóru at flagga við Merkinum á tjóðarhátíð okkara.
- Men í veruleikanum vóru fleiri føroyingar ímóti tí, tí hví skal Danmark flagga við okkara flaggi? Tað høvdu ivaleyst eisini verið summi, sum høvdu mett tað óhóskandi at hava Merkið í fólkatingssalinum, sigur Sjúrður Skaale.
Bertel Haarder, veteranurin hjá Venstre í fólkatinginum, er samdur við grønlendska politikaranum um, at øll trý fløggini skulu hanga í fólkatingssalinum.
/ritzau/