Fólkatingsarbeiði

- Er eitt fulltíðarstarv

Ein fólkatingslimur skal ikki vera í løgtinginum. Og ein Løgtingsmaður skal ikki hava sæti í fólkatinginum.

 

Tann sum í hesum miðlatíðum pástendur, at tað er ein fyrimunur at vera í báðum støðum, ger tað bara við peningaligum vinningi fyri eyga.

Nú skulu 2 umboð veljast á fólkating. Nógvir samanbrestir, og ikki færri misskiljingar hava verið seinnu árini ímillum londini bæði.

Orsøkin er einføld. Partarnir kenna ikki hvønnannan longur , soleiðis sum man gjørdi tað fyri einum 20 árum síðani.

Flúgva niður ídag - heimaftur ímorgin

Teir báðir, sum hava verið valdir í fólkatingið, hava røkt hetta starvið sum eitt vinstrahondsarbeiði. Teir hava stutt sagt bara trekt løn. Flogið til Danmarkar ídag - heimaftur ímorgin.

Vit sum skulu velja 2 umboð á fólkating, skulu ti seta fram eitt høvðuskrav.

Vit eiga at tryggja okkum, at tann persónur vit velja, lovar høgt og heilagt, at viðkomandi skal røkja starvið sum eitt fulltíðarstarv.

Tí tað gera allir aðrir fólakatingslimir. Og lønin er himmalhøg.

Tann valdi persónurin skal brúka alla sína orku til at virka ímillum danskar fólkatingslimir, og donsku umsitingina.

Hann skal vera í Danmark, og ikki ganga her heima og mæla.

Hann skal lova okkum, at fáa upprætta góðu viðurskiftini aftur, við at gera eitt megnararbeiði.

Tað krevur nógva arbeiðsorku - tað krevur nógva tíð. Og tað hevur mangla seinastu nógvu árini. Tí er skilið sum tað er.