Formansskapurin í danska Fólkatinginum hevur leingi arbeitt við einari ætlan um at fáa meiri lív í orðaskiftið í tingsalinum, og í hesum sambandi hevur kjakhátturin í bretska undirhúsinum ofta verið nevndur sum fyrimynd.
Nú hevur formansskapurin so gjørt av at gera eina roynd. Eitt nú skulu forsætisráðharrin og andstøðuleiðarin kjakast tveir týsdagar í hvørjum mánað.
-Vit fáa eitt orðaskifti, sum fer at líkjast tí ímillum forsætisráðharran og andstøðuleiðaran í bretska undirhúsinum. Vit leggja fyri við einum spyrjitíma, sum verður trý korter, og Helle Thorning-Schmidt fær ta fyrstu løtuna til at leggja fyri. Hetta minnir um undirhúsið, tá David Cameron, forsætisráðharri, og Labour-leiðarin Ed Miliband kjakast í "Question Time" eina ferð um vikuna, sigur Mogens Lykketoft, fólkatingsformaður, við DR.
Leiðslan í Fólkatinginum hevur gjørt av at seta tann nýggja kjakháttin á skránna í tí nýggja tingárinum, sum byrjar í oktober, og ætlsnin er at halda fram til síðst í apríl næsta ár. Mogens Lykketoft sigur, at endamálið er at fáa eitt meiri innihaldsríkt og meiri hugsjónarligt orðaskifti enn nú.










