Fólkatingið sett í undantaksstøðu

Ferðsluruðuleiki í samband við veðurlagsráðstevnuna í Keypmannahavn hevur fingið formannin í fólkatinginum, Thor Pedersen, at seta Fólkatingið í undantaksstøðu. Í einum brævi til teir 179 fólkatingslimirnar skrivar Thor Pedersen, at hann hevur fingið fyrispurning um at avlýsa tingfundirnar í dag og í morgin, men at hann heldur at fundirnir eru planlagdir langt frammanundan, og tí prinsipielt eiga at verða hildnir.

Tí hevur fólkatingið sett seg í samband við Løgregluna í Keypmannahavn og víst á, at tað er avgerandi, at fólkatingslimir hesar báðar dagarnar sleppa til Christiansborg.

Samstundis verður pengapungurin eisini latin upp, so at fólkatingslimir kunnu nýta hýruvogn, um teir hava trupulleikar við kollektivu ferðsluni í Keypmannahavnarøkinum.

Eisini kunnu limir, sum ikki vænta at náa fram til Christiansborg, í staðin velja at vera í høvuðsstaðnum og fáa goldið fyri rúm á gistingarhúsi. Harafturat kann portvakturin geva loyvi til at tey kunnu liggja nátt á Borgini.

Um fólk hóast hetta standa føst í ferðslunu, kunnu tey ringja til umsitingina hjá Fólkatinginum, so at Thor Pedersen og co. vilja hjálpa til, soleiðis at limirnir koma til Christiansborg til tíðina.