Fólkatingið samtykt kannabis-royndarætlan

Eingin atkvøddi ímóti uppskotinum, tá tað bleiv samtykt við triðju viðgerð

Tað var eitt einmælt Fólkating, sum í dag samtykti at fara undir eina 4 ára royndarætlan við medisinskum kannabis. Tað skrivar Jyllands-Posten. 106 atkvøður vóru fyri uppskotinum, meðan eingin fólkatingslimur atkvøddi ímóti ella blankt.


Samtyktin í dag merkir, at sjúklingar við ávísum sjúkum kunna fáa útskrivað medisinskt kannabis frá læknum. Jyllands-Posten skrivar, at talan er um sjúklingar við sklerosu, sjúklingar við mønuskaða, sjúklingar sum fáa kemoviðgerð og sjúklingar í svárari pínu, ið frá 1. januar kunna fáa medisinskt kannabis frá teirra læknum. Læknin kann tó, um hann metir tørvur er á tí og metir tað er læknaligt forsvarligt, veita heilivágin til aðrar sjúklingar.


- Við royndarætlanini hjálpa vit fleiri sera sjúkum menniskjum til eitt betri lív. Tey kunna ikki sjálvi linna teirra sjúku ella kválma við verandi tilboðum, og tí leita fleiri av teimum á svarta marknaðin eftir ótryggum kannabisvørum. Tað gongur ikki, og tí hava fleiri sjúklingar biði um hesa skipan. Vit hava lurtað, og tí fáa tey nú atgongd til medisinskt kannabis á ein lógligan og tryggan hátt, skrivar danski heilsumálaráðharrin Ellen Trane Nørby í tíðindaskrivi, aftaná at Fólkatingið samtykti uppskotið.


Øll eru kortini ikki fegin um uppskotið, og vísir Jyllands-Posten millum annað á vísindaliga felagsskapin fyri læknar, DSAM, ið hevur heitt á sínar limir um ikki at luttaka í royndarætlanini, tí mett verður ikki, at nóg nógv vísindalig prógv eru fyri viðgerðini.


Í Føroyum hava landslæknin og landsapotekarin eisini mælt Sirið Stenberg, heilsumálaráðharra, frá at taka lut í royndarætlanini, men Jenis av Rana, løgtingslimur, hevur sagt við KVF í morgun, at um landsstýriskvinna ikki leggur uppskotið fyri tingið, so ger hann tað antin í dag ella um vikuskiftið.