Fólkatingið mintist Svend Auken

Áðrenn Fólkatingið fyrrapartin fór undir fíggjarlógarviðgerðina, segði Thor Pedersen, tingformaður, nøkur orð um Svend Auken, sum doyði herfyri. Thor Pedersen lýsti Svend Auken sum ein dugnaligan politikara, ein góðan og arbeiðssaman starvsfelaga við løttum sinnalagi.

-Vit fara øll at sakna Svend Auken í tí politiska lívinum her á Christiansborg. Men hóast vit ikki fara at møta honum ella at hoyra hansara sermerktu rødd longur her í húsinum longur, fer minni hansara at liva, segði Thor Pedersen.

Svend Auken, sum doyði tann 7. august, sat í Fólkatinginum í 37 ár, og hann var elsti maður á tingi.