Fíggjarnevndin hjá Fólkatinginum hevur í dag játtað projekt Salt 18 milliónir krónur. Tað staðfestir Edmund Joensen, fólkatingsmaður, sum fegnast um, at málið nú er avgreitt, eftir at ivi nakað síðani varð sáddur um tilsøgnina frá donsku stjórnini.
Hann sigur, at sostatt er fíggingin fingin í rættlag og nú er bara eftir at seta ætlanina í verk.
Frammanundan hevur Maersk latið verkætlanini 20 milliónir krónur og Løgingið hevur játtað aðrar 20 millónir.










