Fólkatingið farið til verka

Sosialurin var við, tá nývaldi fólkatingslimurin Anfinn Kallsberg byrjaði sítt politiska starv á Christiansborg týsdagin

Marjun Dalsgaard
???????

Týsdagin kom fólkatingið saman aftur eftir valið 8. februar, og nývaldi fólkatingslimurin Anfinn Kallsberg heilsaði uppá nýggju starvsfelagirnir.
? Eg ætli mær ikki at leggja meg út í donsk viðurskifti, og eg ætli mær ikki at draga sjálvstýriskjakið inn á Christiansborg, tí tað hoyrir heima í Føroyum, sigur Anfinn Kallsberg fyrsta dagin til arbeiðis. Hann leggur aftrat, at hann ætlar sær at nýta alla sína orku uppá at ávirka felags-mál og viðurskifti, sum kunnu viðvíkja Føroyar á ein hvønn hátt.
Anfinn Kallsberg er ikki partur av Norðuratlantsbólkinum, men hevur eina samstarvsavtalu við Konservativa Fólkaflokkin.
? Tað er týdningarmikið at hava samband við tey røttu fólkini, um tú skalt hava nakra ávirkan. Hevur tú ikki tað, er tað sum ein oyðimarkargongd. Eg havi fingið eina avtalu í lag, soleiðis at eg kann koma í allar tær nevndir sum viðgera føroysk viðurskifti, men eg eri har bert tá tær arbeiða við evnum, ið við-víkja Føroyar, sigur Anfinn.
Norðuratlantsbólkinum hevur Fólkaflokkurin ikki verið áhugaður í.
- Eg havi sagt tað fyrr, at Norðuratlantsbólkurin liggur ov langt til vinstru til mín. Teirra samstarv við Einheitslistan er ikki nakað fyri meg, og eg haldi heldur ikki, at tað arbeiði, sum Norðuratlantsbólkurin brúkar sína orku uppá, hevur nakað við fólkatingsarbeiði at gera. Kanningar og upplýsing kann eins væl gerast heima í Føroyum, sigur Anfinn Kallsberg.
Høgni Hoydal er als ikki samdur í hesum, men held-ur tvørturímóti, at Norðuratlantsbólkurin eigur at samstarva við føroysku mynduleikarnar til dømis um at kannað viðurskiftini hjá føroyingum í Danmark ella, sum ætlanin er í næst-um, at gera eina kanning av peningarenslinum millum londini í ríkisfelagsskapin-um. Samstarvið við Ein-heitslistan er tekniskt og ikki ábending um, at Norðuratlantsbólkurin liggur so langt til vinstru, sigur hann.
Hóast føroysku umboðini ikki eru samd um leiklutin á Christiansborg, er ikki óhugsandi, at teir kunnu samstarva.
- Eftir valstríðnum at døma hava vit fleiri felags mál, millum annað at syrgja fyri, at føroyingar ikki avmarka seg við eini heimildarlóggávu. Vit kunnu sjálvandi samstarva, men vit hava ikki tosað um tað enn, sigur Høgni Hoydal.
Teir siga seg somuleiðis báðir leggja serligan dent á at varpa ljós á ríkisrættar-ligu støðu Føroya, nú Danmark fer at viðgera nýggja ES-sáttmálan.