Fólkatalið í Føroyum heldur fram at veksa við somu øði.
Tað staðfestir Hagstovan.
Seinasta uppgerðin vísir, at 1. november búðu 49.766 fólk í Føroyum, og tað eru 743 fólk fleiri enn fyri einum ári síðani-
– So stórur fólkavøkstur hevur ikki verið upp á eitt ár hesi seinastu 15 árini, sigur Hagstovan
Fólkavøksturin kemur av eini stórari tilflyting á 454, ið er munurin millum tilflyting og fráflyting, og av einum burðaravlopi á 289, ið er munurin millum fødd og deyð,
Men tann stóri vøksturin stendst í høvuðsheitum av, at fleiri fólk flyta til Føroya enn tað flyta úr Føroyum.
– Vit skulu heilt aftur til 1980, fyri at finna so lágt tal fyri fráflytingina, sum hetta síðsta árið. Og verður fráflytingin roknað eftir fólkatalinum, hava vit ongantíð havt so lítla fráflyting síðani í 1970, tá ið farið var at gera slíkar uppgerðir.
Viðvíkjandi tilflytingini er hon áleið sum í 2008 og roknað eftir fólkatalinum er tilflytingin tann størsta síðani 2003.