Fólkatalið veksur í hvørjum

Í dag búgva 46.611 fólk í Føroyum. Hetta er ein vøkstur uppá 415 fólk seinastu fimm mánaðirnar

 

Fólkatal


Nýggjasta uppgerðin yvir fólkatalið frá Hagstovuni vísir, at fólkatalið í Føroyum er støðugt vaksandi. Við ársbyrjan í ár búðu 46.196 fólk í Føroyum, men nú eru vit 415 fleiri.

594 fólk eru flutt til Føroya, meðan 327 eru flutt úr Føroyum. Hetta gevur eina nettoflyting uppá 267 fólk.

Burðaravlopið er 148. 139 fólk eru deyð, meðan 287 eru fødd í sama tíðarskeiði.