Fólkatalið veksur

Í løtuni búgva 46.339 fólk í Føroyum, og tað er ein vøkstur uppá sløk túsund menniskju seinasta árið. So nógv fólk hava ikki búð her síðani 1992, tá fólkatalið var 46.821

 

Fólkatalið í Føroyum økist við rúkandi ferð. Seinastu hagtølini vísa, at vit eru við at nærkast sama fólkatalinum, vit høvdu undan kreppuni. Bara tveir teir fyrstu mánaðirnar í ár øktist fólkatalið við 144 fólkum.

Seinasta uppgerðin, sum er gjørd 28. februar í ár, vísir, at 46.339 fólk búleikast í Føroyum. Somu tíð í fjør var talið 45.515, og sostatt ber til at staðfesta ein vøkstur uppá 824 fólk seinastu tólv mánaðirnar. Hetta stendur at lesa í Hagtíðindum, sum Hagstovan hevur latið úr hondum.

Hagtølini yvir fólkatalið ganga aftur til 1970, og vøksturin hevur hetta tíðarskeiðið ongantíð verið so stórur í einum ári. Í 1975 var fólkavøksturin 792, og í 1988 var vøksturin 722 fólk.

Hægsta fólkatalið, sum hevur verið í Føroyum, er 47.838. Tað var í 1989. Síðani lækkaði talið fram til 1996, tá tað aftur fór at ganga rætta vegin.


Tilflytingin metstór

At tað eru uppgangstíðir í Føroyum, og at fólk fegin vilja flyta aftur til Føroyar merkist týðiliga í fólkatalinum.

Nettoflytingin er eisini metstór. Í fjør fluttu 1787 fólk til Føroyar, meðan 1350 fluttu av landinum, og tað gevur eina nettoflyting uppá 437 fólk. Nettoflytingin hevur sambært hagtølunum heldur ongantíð verið so stór sum í fjør.

Burðaravlopið í ár 2000 var 346 fólk, meðan tað 225 í 1999. 708 vórðu fødd, meðan 362 doyðu í fjør.