Í prosentum økist fólkatalið í Vága Sýslu skjótast, higartil í ár er fólkatalið økt úr 3011 fólkum til 3071 fólk pr. 1. septembur, tað svarar til eina øking uppá 1,99%. Næststørst er økingin í Eysturoyar Sýslu, har er fólkatalið fyrstu 8 mánaðarnar í ár økt við 115 fólkum, sum svarar til eina øking uppá 1,06%.
Á triðja plássi er Streymoyar Sýsla, har er fólkatalið fyrstu 8 mánaðarnar í ár økt við 126 fólkum, sum svarar til eina øking uppða 0,56%.
Fólkatalið í Norðoyggjum er higartil í ár bara økt við 11 fólkum, í prosent svarar tað til eina øking uppá 0,18%.
Í Suðuroyar Sýslu er fólkatalið higartil í ár minka við 13 fólkum, í prosent svarar tað til eina minking uppá 0,26%.
í Sandoyar Sýslu er minkingin størst, har er fólkatalið minkað við 18 fólkum, í prosent svarar tað til eina minking uppá 1,24%.
Verður hugt eftir samlaða fólkatalinum í Føroyum, so búðu í januar 48.377 fólk í Føroyum, 1. septembur búðu her 48.658 fólk, ella ein øking uppá 261 fólk, sum í prosent svarar til eina øking uppá 0,58%.