Fyri fyrstu ferð nakrantíð eru fleiri enn 1.800 fólk í Sunda kommunu. Tað eru Súsanna og Rúni í Streymnesi, ið 13. november fingu ein son, ið nú kann kalla seg borgara nummar 1.800. Hetta fortelur Sunda kommuna í dag.
Borgarstjórin var í vikuni og ynskti familjuni tilllukku við soninum, og hann gav teimum eina heilsan frá Sunda kommunu.
1. januar 2005, tá kommunurnar løgdu saman, vóru 1.558 fólk í kommununi. Fólkatalið hevur sveiggjað nakað, men ongantíð er talið farin niðurum 1.500. Sunda kommuna er 4 yngst í Føroyum, tá talan er um miðalaldur, og har búgva nógvar barnafamiljur.
Kommunan skrivar, at hóast fólkatalið samlað er í vøkstri, so eru smærru bygdirnar minkaðar í fólkatalið seinnu árini. Her sæst yvirlit av fólkatalinum í Sunda kommunu:
| Bygdir | 2005 | 2018 |
| Gjógv | 54 | 31 |
| Haldórsvík | 162 | 114 |
| Tjørnuvík | 71 | 57 |
| Langasandur | 36 | 39 |
| Hósvík | 297 | 320 |
| Hvalvík | 219 | 255 |
| Streymnes | 198 | 311 |
| Saksun | 32 | 8 |
| Oyri | 137 | 175 |
| Oyrarbakki | 105 | 170 |
| Norðskáli | 247 | 321 |
Tilsamans |
1558 |
1801 |










