Barnadansistevna var í Suðuroynni leygardagin, og hendan landsstevnan var so væl mannað, at nærum 500 luttakarar leitaðu sær við Smyrli til Suðuroyar leygardagin Føroyski dansurin er væl umtóktur millum tey smærru og tey ungu. Hetta ber Barnadansistevnan, sum var í Suðuroynni í gjár, boð um. Nærum 500 børn, foreldur, ommur og abbar, leitaðu sær til Suðuroyar at vitja dansiglaðar suðuroyingar, ið skipaðu fyri landsstevnuni í ár.
Luttakaralistin taldi eini 480 fólk, men onkur vildi í gjár vera við, at talið kanska var hægri, tí lægst var afturat.
Stevnudansararnir gingu í gongu frá Smyrli á Krambatanga, og til høllina í Trongisvági. Har høvdu fyriskiparar orðið, og øll fóru upp á gólv í skúlahøllini. Eisini var ábit.
Síðani var farið í tveir bólkar, har nøkur fóru norðureftir, og onnur suður eftir oynni. Neyðugt var tó at býta meir sundur, tí so nógvir luttakarar vóru, so sunnan til á oynni fóru nøkur í VB Húsið og nøkur í Dansistovuna í Sumba.
Bussfylgini, ið taldu fleiri stórar bussar, fyltu væl og hugaligt í landslagnum í Suðuroynni leygardagin. Á kvøldi fór dansifólkið aftur norðurum við Smyrli.