Landsfólkayvirlitið skrásetur og goymir grundleggjandi persónsupplýsingar um hvønn einstakan, ið hevur eitt persónstal og útfrá hesum upplýsingum verður m.a. ein sonevndur manntalslisti gjørdur árliga fyri Føroyar.
Í høvuðsheitum kann sigast, at fólkatalið í Føroyum stendur í stað. Ítøkiliga vaks fólkatalið úr 48.541 til 48.554, tvs. við 13 fólkum. Í 2010 vórðu 627 føðingar og 349 andlát skrásett, tvs. eitt burðaravlop á 278. Í 2010 fluttu 1.398 fólk til Føroya, ímeðan 1.663 fólk fluttu úr Føroyum, tvs. ein netto fráflyting á 265 fólk.